Freistin longd 2-3 dagar…

Freistin at keypa lutaseðil til VW-up bilin fór 29.3. Men tá alt varð gjørt upp vísti tað seg, at gott 400 seðlar, ið høvdu verið útskrivaðir, enn ikki vóru seldir.

Tí leingja vit tíðarfreistina fram til og við 2. Apríl. Seðlarnir eru í Nesvík og verða seldir til ungdómsmøtið í annaðkvøld og so leygardagin fram til, tá trekt verður, ella so leingi seðlar eru.

Tískil hevur tú enn møguleika at ogna tær ein ella fleiri seðlar …

Um tú ynskir nærri lýsing av bili, sí leinkju í neðra.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina