Freistin til Pit-Stop fyri hjún” longd”

Orsakað av at feilur var í tilmeldingini fyri Pit-Stop fyri hjún verður freistin at tekna seg longd nakrar dagar.

Pit-Stop er eitt vikuskifti fyri hjún, sum Eindin, familjuarbeiðið hjá Heimamissiónini, skipar fyri, har pør seta tíð av til hvørt annað.
Endamálið er at styrkja og menna hjúnalagið á kristnum grundarlagi, við undirvísing, evnistímum og frásøgnum frá øðrum hjúnum, um teirra avbjóðingar og royndir gjøgnum lívið.

Pit-Stop er fyri øll hjún, uttan mun til aldur, har tey sum pør viðgera ymsar spurningar og hava góðan felagsskap við onnur hjún, í álvara og gaman.

Pit-Stop verður á Hotel Skálavík í Skálavík 29. apríl – 1.mai. Luttøkugjaldið fyri parið er 3000 krónur. Seinasta freist at tekna seg er 4. apríl. Tekning fer fram á mission.fo/tilmelding