Fullteknað jólaborðhald
Jólaborðhaldið fyri hjún, sum Eindin, ið er familjuarbeiðið hjá Heimamissiónini, skipar fyri, verður á Hotel Føroyum fríggjakvøldið 25. november klokkan 19.00.
Jólaborðhaldið fyri hjún er sera vælumtókt. Atgongumerkini vórðu sett til sølu seinasta fríggjadag á middegi, og longu tíðliga morgunin eftir var fullteknað.
Umframt borðhald við góðum døgurða, kaffi og rísalamande, verður sangur við High5, Lovindu Halgaklett og øðrum. Eisini fara Jens Jákup og Ann Dahl Hansen at hugleiða um evnið: “Í viðgongd og mótgongd”.
Borðstjórar vera Kristian Martin Petersen og Ásbjørn Berthelsen.