Fult hús og lív í

– Her eru eini 220 fólk í húsinum. 170 luttakarar eru á leguni, og so eru eini 50 leiðarar, hjálparfólk og køksfólk eisini, so tað er rímiliga fult hús, sigur Jákup Justinussen, sum er ein av høvuðsleiðarunum á leguni.

Tað eru Grace og Wilson Goeda úr Suðurafrika, sum hava undirvísingina á leguni, og tey fara eisini at hava undirvísingina á næstu legu, sum verður fyri ung frá 17 árum og uppeftir. Eisini fara tey at hava vikuskiftismøtir í Leirvík í døgunum 19.-21. august. Wilson og Grace eru trúboðarar og hava eina heldur øðrvísi lívssøgu, enn nógv av okkum kenna til. Wilson varð hildin sum trælur, tá ið hann var smádrongur. Hann vaks upp undir Apartheid, har tey hvítu fóru illa við honum, og upplivdi millum annað at verða skotin eftir. Í dag ferðast hann víða og undirvísir innan YWAM. Grace, kona Wilson, er úr Namibia og arbeiðir nógv við at hjálpa gentum/kvinnum, ið have verið neyðtiknar, misnýttar og eru vorðnar við barn. Meira kann lesast um møtirøðina við teimum her.

– Legan hevur verið væleydnað. Tað hevur verið sera góður stemningur, maturin hevur verið góður – alt hevur verið gott, sigur Jákup.

Nógvar myndir frá leguni kunnu síggjast á facebooksíðuni hjá Heimamissiónsungdómi.