Fundur um TeenStreet – Tú kanst luttaka!

Sum áður nevnt, verður TeenStreet øðrvísi í ár. TeenStreet Life verður 4.-8. august, men í ár verður tað á netinum. Tilmeldingin letur upp 15. juni – Les meir og fylg við á teenstreet.fo

Í annaðkvøld verður ein Teams-fundur, har TeenStreetleiðslan í Føroyum fer at tosa um, hvussu TeenStreet verður skipað í ár, og hvussu samkomur kunnu luttaka, skrivar OM Føroyar.

Ynskir tú at vera við á fundinum, kanst tú senda ein teldupost til info.fo@om.org, og so fært tú leinkjuna til fundin. (Tað ber væl til at vera við umvegis browsara uttan teams-brúkara.)

Talan er um ein óbindandi fund, har tú kanst spyrja spurningar.

Seinastu vikurnar hava fólk um allan heimin sitið og fundast um, hvussu TeenStreet skal skipast, og nú eru øll sera spent at royna nýggja netpallin.

– Endamálið við TeenStreet er at styrkja ung í trúnni og menna teirra vinalag við Jesus, so tey betur endurspegla hann í gerandisdegnum. Hetta verður gjørt soleiðis, at ein bólkur við 5-7 gentum ella dreingjum hava ein leiðara, sum er teirra vaksni vinur gjøgnum leguna – og gjarna longur, skrivar OM.fo.

LES EISINI  TeenStreet Life: Luttakarar væl nøgdir við leguna

Samkomur kunnu gera lið og skipa legur hesar dagarnar. So ert tú leiðari ella hevur ein leiðaraleiklut í tínari samkomu, kanst tú fylgja við á Teams-fundinum í morgin, hóskvøldið 11. juni klokkan 20.00.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina