Fýra hálshøgd í beinleiðis upptøku
Boko Haram uppreistrarfólk hava almannakunngjørt filmsbrot, sum vísir hálshøggingina av fýra fólkum, ið vórðu burturflutt úr norðara partinum av statinum Borno í Nigeria.
Hetta nýggjasta álopið kemur, meðan myndugleikarnir í Nigeria eru í gongd við at flyta fólk, sum flýddu undan ófriði, aftur til Borno.
Hetta hevur fingið nógv at finnast at verkætlanini, tí hetta eisini inniber, at flóttafólkalegur verða stongdar.
Í filmsbrotinum sigur ein vápnaður ekstremistur at ein av teimum, hann ferð at hálshøgga, er hansara yngra systir. Hann sigur: “Hon er ein teim vantrúgvandi, sum vit í dag fara at týna.” Hann leggur afturat, at hann hevði gjørt tað sama við sítt egna barn ella mammu, um tey fóru ímóti hansara trúgv.
Áðrenn hann drepur fólkini, sigur hann eisini: “Allastaðni har vantrúgvandi eru, fara vit at leita eftir teimum, og avrætta tey á staðnum.”
John Samuel*, løgfrøðiligur serfrøðingur hjá Open Doors fyri sunnan Sahara, sigur: “Borno-staturin roynir at eggja teimum, sum eru flýggja frá økinum, at venda heim aftur við at bjóða teimum mat og aðrar stuðulsútreiðslur.
Kristin, sum eru flýggjað, vilja treyðugt venda heim aftur, tí ótryggleikin er ov stórur. Summi kristin, ið komi heim aftur, vórðu álopin og máttu flýggja aftur.
Ekstremistarnir hjá Boko Haram hava ofta sagt, at teir føra jihad móti ‘vantrúgvandi’ – tvs. øllum, sum ikki taka undir við teirra tulking av islam. Kristin eru høvuðsmál hjá Boko Haram.”
Fyrr í ár vitjaði eitt kanningartoymi frá Open Doors norðara Nigeria. Toymið var í einum øki nærhendis, har hetta nýggjasta álopið hendi. Endamálið var at tosa við kristin um teirra upplivingar sum flóttafólk.
Í frágreiðingin “No Road Home” varð staðfest, at flóttafólkastreymurin í Nigeria kemst beinleiðs av tilvitaðum álopum á kritstinsamfeløg. Eisini vísir frágreiðingin, at staturin ikki megnar og vísir manglandi vilja at verja tey.
Lat okkum biðja fyri teimum kristnu í Nigeria. Hóast talan nokk er um fólkamorð móti kristnum í norður Nigeria, hoyra vit einki um tað í heimspressuni.
Lat okkum eisini stuðla teimum fíggjarliga, so tey ikki verða noydd, at flyta aftur til ræðuligu umstøðurnar, tey flýggjaðu frá. Open Doors arbeiðir miðvíst í økinum, til tess at tryggja innivist, heilsurøkt og skúlagongd til børnini.
Hjálp okkum at hjálpa teimum. Stuðla á 6460-6058169. Viðmerk “Nigeria”.
Open Doors Føroyar