Fyrilestur um Mikkjal á Ryggi í Gøtu kirkju týskvøldið

Í annaðkvøld, týskvøldið 22. oktober, klokkan 20 bjóðar Felagið fyri kirkjuráðslimir til almennan fyrilestur um sálmaskaldið Mikkjal á Ryggi. Fyrilesturin verður í Gøtu kirkju, og tað er Jákup Reinert Hansen, prestur og lektari á Fróðskaparsetri Føroya, ið heldur fyrilesturin. Øll eru vælkomin.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina