Fyrireikingar til TeenStreet

Fyri nógvar tannáringar bæði í Føroyum og í øðrum londum í Evropa er TeenStreet ein sjálvsagdur partur av summarinum. At enda summarið við einari legu saman við fleiri túsund trúgvandi menniskjum hevur verið mest sum ein sjálvfylgja. Men í ár er alt øðrvísi og ávirkað av støðuni í heiminum.

TeenStreet, sum skuldi vera í Oldenburg frá 1. til 8. august er sjálvandi avlýst, men tað merkir kortini ikki, at einki TeenStreet verður.

Rich og Rachel, sum talaðu á TeenStreet í fjør, sendu eitt filmsbrot út á Instagram tann 21. apríl. Tey tosaðu um, hvussu TeenStreet nú fer at síggja út. – TeenStreet er ikki avlýst, men tað fer at síggja øðrvísi út í ár, fortelur Rich. Fólk eru farin at skipa eitt øðrvísi TeenStreet, sum fer at fyriganga á netinum.

TeenStreet Føroyar legði eitt stutt filmsbrot út í gjár, har Símun Jóannesarson Hansen fortaldi, at TeenStreet verður 4. til 8. august í ár. Nýggja átakið ber heitið TeenStreet Life og evnið verður ”Curious” – forvitin. Fyrireikingar eru í gongd við millum annað at menna eina app til høvið. Enn ber ikki til at siga so nógv meir um TeenStreet, men leiðslan í Føroyum er sera spent at royna nýggja netpallin og vónar inniliga, at øll eru forvitin og fús at vera við.

LES EISINI  Dupultur OM aðalfundur

Fylgið við á millum annað facebook síðuni, TeenStreet Føroyar og á heimasíðuni, teenstreet.fo, so frætta tit nærri um hvar og nær, um tilmelding og annað.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina