“Fyrr var Jesus bert ein stavnur, tú gjørdi gjøldur burtur úr “

Emil fann trúnna í Immanuelkirkjuni:

Emil Leibovich er jødi, uppvaksin í Ísrael, og fyri bert einum ári síðani var hann sannførdur um, at Gud ikki var til. Men fyri nøkrum mánaðum síðani fór ymiskt at broytast hjá honum.

Hann fann inn í Immanuelkirkjuna, og í dag er hann ein fastur partur í samkomuni og er so smátt farin at fyrireika seg til at verða doyptur um stutt tíð. Er tað ikki undurfult? “Teir seinastu mánaðirnir hava broytt meg fullkomiliga. Eg eri vorðin eitt nýtt menniskja. Eg havi lisið í míni Bíbliu uttan íhald frá morgni til myrkurs,” sigur hann.

Júst Bíblian er vorðin fasti fylgisveinur hansara. Hon liggur í buksulumma hansara – lítil, svørt og leðurinnbundin. Bókin er ikki meira enn tríggjar mánaðir gomul, men hon sær ikki longur nýggj út. Síðurnar eru longu nú vorðnar blaðaðar ígjøgnum óteljandi ferðir.

Eins og mong onnur í Ísrael og serliga í Tel Aviv, so er Emil vaksin upp við eini ateistiskari hugsan upp á tilveruna. Tí er Immanuelkirkjan bæði eitt týðandi og eitt serligt stað at koma. Immanuelkirkjan hevur tað sum sína visión at vera ein livandi og sjónlig staðbundin kirkja – og við einum inkluderandi felagsskapi við Jesusi í miðdeplinum fyri øll tey fólkini, ið búgva beint har, ið Tel Aviv og Jaffo møtast. Fleiri ferðir um vikuna hevur kirkjan hurðarnar opnar fyri vitjandi, og júst tað gjørdist inngongdin til trúnna fyri Emil. Her varð hann møttur við opnum ørmum og aftaná eitt prát við ein av leiðarunum í samkomuni gjørdi hann av at taka lut í vikuligu upplæringar-skeiðunum í kristnu trúnni hjá Immanuelkirkjuni, har tað eisini var rúm fyri práti og kjaki.  

– Emil Leibovich, Jesus-trúgvandi jødi

”Eg upplivdi veruliga, at Gud ynskti, at eg skuldi koma. Aftaná 2-3 vikur varð eg sannførdur um, at Jesus var vegurin.”

Tí segði Emil við leiðaran, at nú ynskti hann ikki bert longur at hoyra um kristindómin, men hann ynskti at læra, hvussu hann kundi gerast kristin.

Umframt lítlu slitnu Bíbliuna í buksulummanum hevur Emil eisini ein trækross um hálsin. Krossurin er eitt sjónligt tekin upp á nýggju kósina, lív hansara nú hevur fingið og eitt aktivt val um ikki at goyma trúnna burtur. Hann ber krossin frímóðigt, tá hann fer í synagogina fyri at biðja saman við sínum vinum úr herinum. Í byrjanini kendi hann eina mótstøðu og slatur kring seg, men fólk eru nú so smátt fari at lata seg upp. Í síðstu viku upplivdi eg á fyrsta sinni, at ein teirra tordi at spyrja um mína trúgv. Tann fyrsti er altíð tann djarvasti, so eg eri ikki í iva um, at har koma fleiri. Eg havi lovað rabbinaranum, at eg ikki skal boða í synagoguni, og tað er eitt lyfti, eg sjálvandi ætli mær at halda. Men uttanfyri synagoguna havi eg ikki givið nakað lyfti um nakað,” greiður hann frá, meðan eyguni glampaðu, og so skoytir hann at enda uppí: “Eg vil fegin vísa ein veg, har tað bæði er gjørligt at vera jødi, samstundis sum tú trýrt upp á Jesus.

Tú kanst lesa alla søguna um Emil í okkara nýggjasta blaði, ið júst er komið út. Blaðið finst eisini online júst her.

Du kan læse hele historien om Emil i vores nyeste magasin, der netop er udkommet. Magasinet kan også findes online her.
Kelda: Israelsmissionen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina