Um vikuskiftið er missiónsvika í Hósvík

Missiónsvikan í Hósvík plagar at vera fyrst í mars, og so verður eisini í ár. Møtini verða hildin í Bygdarhúsinum.

Lagt verður fyri fríggjakvøldið 1. mars kl. 20. Sverri Steinhólm talar, og kórið í KFUM &K í Klaksvík syngur. Eftir møtið er ein drekkamunnur.

Leygarkvøldið kl. 20 talar Árni Jacobsen, og Tummas & Hjørdis syngja. Høvi verður at lata Leguhúsinum í Nesvík eina gávu, og ein drekkamunnur er eftir møtið.

Sunnumorgunin verður familjugudstænasta í kirkjuni við Bergtóri Hjelm Bjarkhamar.

Síðsta møtið á missiónsvikuni í ár er sunnukvøldið kl. 18. Tá talar Jóhan Birgir Dahl-Olsen, og Emmaus-kórið syngur. Savnað verður inn til Leguhúsið í Nesvík. Nátturði er eftir møtið.

Hvørt kvøld er bønarmøti hálvan tíma áðrenn møtið.

Øll eru hjartaliga vælkomin á missiónsviku í Bygdarhúsinum í Hósvík.