Fyrsti dagur á stórmøtunum

Í gjár byrjaðu stórmøtini 2024. Tíðin var knøpp til uppseting og starvsfólkini í heimamissiónini og tey sjálvbodnu runnu runt fyri at gera hølini klár til eitt spennandi vikuskifti.
Fyrsta møti var sett í gongd.
Sangbólkurin leiddi við góðum tónum og ung og eldri stemmaðu í.
Heðin og Erla framførdu og Alfred talaði um okkara vón í Jesusi.
Undir fyrra møtinum var skipað fyri barnaansing, juniortiltaki, enskari umseting og teknmálstulkur stóð á pallinum.

Seinni um kvøldið løgdu tey ungu hart út við dansi. Ein á pallinum hoppaði og bóltaði rút í luftini.
Aftur hesa løtuna rungaði lovsangurin. Dávur á Reynatrøð framførdi tveir sangir og síðani var ein tala frá Ova, ið snúði seg um dirvi og at standa fast við sína trúgv.
Kvøldið vardi leingi og tey ungu hugnaðu sær veldugt eftir ungdómsmøtið. Fleiri keyptu fisk og kips og onnur keyptu hettutroyggjur. Prátið gekk væl og stemningurin var góður.
Stórmøtini í ár byrjaðu sera væl, og kunnu vit vænta nógv spennandi tiltøk og góðan boðskap fyri framman.

LES EISINI  Ungdómsstórmøti 2024, 26. okt kl 21:30

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina