Fyrstu Páskirnar

Síðan talaði Harrin við Móses og Áron í Egyptalandi og segði: Talið við allan savnað Ísraelsmanna og sigið “tíggjunda dagin í hesum mánaði skal hvør húsfaðir taka sær eitt lamb, eitt lamb fyri hvørt húski” (vers3) “Lambið skal vera lýtaleyst, veturgamalt veðurlamb, ið má vera annaðhvørt undan seyði ella geit” (vers5) og “tit skulu hava tað gangandi til hin fjúrtanda  dagin í hesum sama mánaði!

Teksturin: 2. Mósebók kap. 12.
Skrivað hevur Alfred Olsen

Tá skal øll samkoma Ísraels savnaðar slátra tað um sólsetur (vers 6) og teir skulu taka av blóðinum og rýða tað á báðar durastavirnar og duratræið á teimum húsum, har teir eta lambið (vers 7) og blóðið skal vera tykkum tekin á teimum húsum, sum tit eru í, og tá eg síggi blóðið, skal eg fara um tykkum, so at plágan ikki meinar tykkum, tá ið eg slái Egyptaland (vers 13).
2. Mósebók kap. 12

Ásetta tíðin var komin, sum Gud hevði lovað Ábrahammi, at Gud vildi fría Ísrael undan trældóminum í Egyptalandi, hetta vóru fyrstu páskirnar, sum eru ein fyrimynd uppá páskalamb okkara, Jesus Kristus, sum Gud boðaði frá, tá Adam og Eva syndaðu í Eden. Nú var tíðin komin, tá Gud vildi frelsa menniskjuni frá synd og deyða, við at Jesus gav seg sjálvan, sum páskalambið, og við sínum dýrabara blóði reinsar okkum frá allari synd.      

Tann fjúrtandi dagurin, gjørdist ein skilnaður millum húsini, tí tann dagin vóru tað hús sum høvdu smurt blóðið á durastavirnar, meðan tað vóru onnur hús sum onki blóð høvdu smurt á durastavirnar. Henda dagin vóru fólk sum búleikaðust inni í húsum við blóði smurt á durastavirnar meðan onnur fólk vóru inni í húsum við ongum blóði smurdum á durastavirnar.

Munurin fyri hús og fólk var blóðið. Ert tú vard/ur av Jesusar dýrabara blóði smurt á tína hjartadyr, ella hevur tú vrakað Jesusar fullgjørda verk á Golgata?

Aktiviteturin í húsunum var eisini ymiskur, tí har blóðið var smurt á durastavin, vóru fólkini vakin, stóðu gird um lendarnar, við stavi í hond og skógvar um føturnar, meðan tey eta lambið og ósúrgað breyð, klár at fara avstað.

Í húsum har blóðið ikki var smurt á durastavin, svóvu fólkini, men tá tey upplivdu, at frumgitni sonur teirra var deyður, vaknaðu tey og hevjaðu eitt øgiligt harmaróp í øllum Egyptalandi.

Í morgunglæmuni fór Guds fólk, undir verndarhond rík og fríð til gongu, meðan egyptar vóru lammaðir av sorg, men sorgin vardi stutt, og tí fór Farao við herði sínum aftaná Ísraels fólki, fyri at fanga tey og føra tey aftur til trældóm í Egyptalandi.

Men tað er Gud, sum bæði førir Ísrael og herdeildir Egyptalands móti Reyðahavinum.

Reyðahavið verður oftani samanborið við deyðan, og øll vit menniskju stevna móti deyðanum, óansæð hvørji vit eru.

Ísrael hevði ein leiðara, Móses, sum skuldi føra tey til tað lovaða landið, og hann fylgdi eingli Guds, sum gekk frammanfyri tey um dagin, og aftanfyri tey um náttina, meðan egyptar høvdu ein leiðara, Farao, sum var fyltur av hevndhuga og tráan eftir at føra jødarnar aftur til Egyptalands sum trælir.

Báðir hesir flokkarnir koma til Reyðahavið, og tá Ísrael gongur móti havinum, rættir Móses eftir boðum Guds stavin út yvir Reyðahavið og Gud skilir tað sundur og jødarnir ganga gjøgnum havið sum eftir turrum lendi, og koma frelst og frí uppá land hinumegin.

Eisini Farao við fólki sínum kemur til havið og fer í allari megi síni út í havið, men tá fall havið saman aftur og teir doyðu allir.

Deyðin ger skilna millum Guds børn og heimsins børn.

Meðan Ísraels fólk lovprísaði Gudi fyri lív, frelsu og bjarging, skóru egyptar í harmaljóð fyltir av sorg, tí allir hermenn teirra vóru deyðir.

Spyrja vit egyptar, um nakað kann útisteingja deyða?, so er svarið nei, tí deyðin rakti allar okkara fyrstaføddu. Men spyrja vit jødarnar, so er svarið ja, tí blóðið gjørdi, at ongin okkara fyrstiføddu lat lív.

Spyrja vit Egyptar, um tað er gjørligt at koma yvir um havið, so er svarið nei, tí har doyðu allir og alt fórst”.

Spyrja vit jødarnar, er svarið ja, “Vit gingu gjøgnum havið sum eftir turrlendi og ongin lat lív, men havið bleiv tann endaliga bjargingin fyri okkum øll, frá trældóminum í Egyptalandi”.

Ert tú vardur av blóði Jesu Krists og hevur tú Jesus sum leiðara tín gjøgnum lívið? So fylgir tú honum, sum er “vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær”.

Paulus sigur “tí at lívið er mær Kristus og deyðin ein vinningur”.

Mátti Gud við náði síni fingið loyvi til at lagt trúnna í hjarta títt, so at Jesus Kristus, gjørdist vegurin og sannleikin og lívið fyri teg?

Gleðiligar páskir!
Alfred Olsen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina