G2 sunnudagin 7. februar

Sunnudagin 7 februar klokkan 16.00 verður G2 í Vesturkirkjuni. Henda gudstænastan er fyrsta sunnudag í hvørjum mánaði, og altargangur er altíð til gudstænastuna.

– Henda gudstænastan er øðrvísi enn gudstænastan sunnumorgnar. Felagssangurin er nýggjari kristin sangur, har ein tónleikabólkur spælir undir. Foreldur eru vælkomin at taka børnini við. Pláss verður gjørt í kirkjuni, har ið børnini kunnu vera. Serligur dentur verður lagdur á felagsskapin við millum annað kirkjukaffi, har fólk kunnu koma hvørjum øðrum við, sigur Derhard Jógvansson, prestur.

 

Hvat er G2?

– Tað er alsamt ein gudstænasta, og tað vil siga, at nógv av elementunum eru tey somu. Prestur er enn í prestakjóla, altargongd er, prædika, heilsan, bønir, áronitiska signingin til endans og Faðirvár. Í ein vissan mun er strukturin tann sami – og tó. Sum G2 er nú, so byrjar gudstænastan við, at tað verða tríggir sangir sungnir út í eitt. Har hava vit koyrt eitt sindur við tí, sum verður sungið í vesturlendskum kirkjum í dag. Tað vil siga fleiri enskir sangir, sum verða brúktir aðrastaðni, og sum eru týddir til føroyskt.

Derhard sigur, at eftir teir tríggjar sangirnar er ein stutt vælkoma við bøn, har greitt verður frá gudstænastuni og temanum. So verður tann teksturin, sum hoyrir til temaið lisin.

– Teksturin verður lisin, og so er prædika. Trúarorðini verða søgd í felag, og so er ein barnasangur, áðrenn tað er altargongd. Endað verður við Faðirvár, og so er ein sangur, og aftaná er kirkjukaffi. So tað eru nøkur element, sum minna um hámessuna, men samstundis er tað heilt øðrvísi.

Sum nevnt eru sangirnir nýggir á føroyskum, so teir hava verið sungnir fleiri ferðir til gudstænasturnar. Hetta er ikki bara fyri, at tað skal vera øðrvísi.

– Men eisini hinvegin fyri at fáa eitt ríkari tónleika- og sanglív. Tað eru fleiri útmerkaðir yrkjarar og tónleikarar í dag. Tað gevur kanska ein møguleika til at fáa hesi fram. Her er so eitt forum, har tað kann fáa loyvi at koma fram í kirkjuni.