Gamal og mettur av døgum: Andakt til tey gomlu 6

Síðan andaðist Ísakur og doyði og savnaðist hjá frændum sínum, gamal og mettur av døgum. Synir hansara Esav og Jákup jarðaðu hann. 
(1 Mós 35,29)

Um nøkur av teimum gudrøknu í Gomlu pakt, eitt nú patriarkarnir: Ábraham, Ísak og Jákup, stendur, at hesir doyðu mettir av døgum. Tað er sanniliga ein undarlig kensla at vera mettur av døgum. Sjálvur havi eg ongan hug at ynskja mær fleiri dagar. Havi upplivað meira enn 30.000. Tá ið tú vart ungur og varð boðin at koma í gildi, so vart tú spentur at smakka góða matin. Tá átst teg meir enn mettan. Magin var mettur áðrenn eyguni, sum ofta verður sagt. Nú er maturin ikki so spennandi; ja, lívið heldur ikki.

Síðan kann koma sum ákæra uttaneftir, at tað er ein synd, ongan áhuga at sýna fyri nøkrum. Minnist, móður mína, hon doyði 85-ára gomul. Hon var ómetaliga áhugað í øllum, ið livdist og rørdist uttan um hana, ikki bara fyri hennara egnu børn og ommubørn skyld; eisini var áhugin at lesa øll dag- og tíðindabløð, ið komu inn um hurðina. Einaferð minnist eg, at nakrir grindahvalir høvdu gjørt landgongd í Jammer-víkini og stríddust fyri lívinum at koma út aftur; men hesir hvalir ørmaktaðust og doyðu. Minnist, hvussu hesi tíðindi skapaði ófrið innan í henni. Mær tað sama, hugsaði eg, líkasælur.

LES EISINI  Andakt á Tindi í Múla

Er tað syndafult? Gud sigur í bíbliuorðinum til okkara: nei, á sama hátt doyðu eisini nakrir av tænarum mínum í Gomlu pakt á ellisárum sínum. Tað fylgir við ellisárunum at gerast deyvur og nærsýntur.

Hvítusunnudag, andaði Gud á menniskju. Pætur segði, “at tá gekk tað út, ið fyrijáttað varð, at ungmenni tykkara skulu síggja sjónir og gamalmenni tykkara droyma dreymar.” – Eisini okkum er givið loyvi at droyma dreymar.

“Legg mær bøn á tungublað, so eg kann til evsta dag, tá ið eg á hvíldarstund eygað leggja skal í blund, lov og tøkk útsyngja tær fyri hjálp tú veitti mær. Slb. 235,3

 

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.

Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina