Gamalt gull: Ungdómsstevnan 1979
Í dag skrúva vit tíðina aftur til 1979. Vit fara á ungdómsstevnu í missiónshúsinum, Emmaus, í Klaksvík, har trúboðarin, Esmar A. Jacobsen, Missiónsfelagið, talaði á einum møti, har evnið var: Missiónstímin.
Tað er útimissión, sum er í fokus, og sum innleiðing til taluna verður ein heilsan frá Doris Heinesen og Elsu Jacobsen lisin. Tær vóru tá í Etiopia.
Talan varð upprunaliga tikin upp á kassettubandi, og tí mangla tað ein setningur ella tveir, tí bandið skuldi vendast undir taluni. (Okkara eldru lesarar vita hvat eg tosi um.) Nu hava vit talgildað upptøkuna, og roynt í bestan mun at gera ljóðgóðskuna so góða sum gjørligt.