Gamalt gull úr kjallaranum: upptøkur við Havnarkórinum

Herfyri komu nøkur kassettubond undan kavi í kjallaranum í Nesvík. Vit hava ikki nógvar upplýsingar um, hvar og nær upptøkurnar eru gjørdar. Men sum vit hava skilt tað, so hevur talan verið um eitt tiltak, sum var fyri fólk við tilknýti til fólkakirkjuna. – Mundi tað fyrst og fremst vera eitt tiltak fyri starvsfólk í kirkjuni?

Vit hoyra eisini á upptøkunum, at tiltakið vardi í meiri enn ein dag, og eftir øllum at døma fór tað fram eitt til tvey ár, áðrenn fólkakirkjan bleiv yvirtikin sum føroyskt málsøki. Tí á einum av bondunum er ein framløga og orðaskifti um fyrireikandi arbeiðið undan yvirtøkuni.

Helst man tað vera frá Ársaðalfundinum hjá Felagnum fyri Kirkjuráðslimir í 1996.

Til veitslukvøldið kom Havnarkórið at syngja. Vit hava talgilað sangirnar hjá teimum, og til ber at hoyra upptøkurnar við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Ólavur Hátún er kórleiðari, og hann segði eisini frá, hvørjar sangir tey sungu.

LES EISINI  Møti við Jógvani Højgaard og monnum úr Hvalba og Tvøroyri

Um tú veitst okkurt afturat um hetta tiltakið, og hvaðani upptøkurnar eru, so hevði tað verið deiligt, um tú kundi skrivað til okkara og greitt frá.

Info til teir yngru lesararnar: 
Eitt kassettuband er ein plastikkeskja (100 mm×64 mm×12 mm), har eitt 3,8 mm breitt magnetband liggur í – rullað á ein spola, sum liggur í aðrari síðuna á eskjuni.
Tá ið bandið verður spælt, verður magnetbandið leitt ígjøgnum ein lesara og flutt yvir á ein spola av sama slag á hinari síðuni av eskjuni. Ferðin hjá bandinum er 4,75 cm/sek.
Philips komu sum teir fyrstu við kassettubandinum í 1963, og líka til fløgurnar komu fram, var kassettubandið tann mest útbreiddi goymslumiðilin í heiminum.

Simona Johannesen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina