Gamlamannaspegil
Í Brævi Paulusar til vin sín, Titus, í øðrum kapitli, hevur Nýggja testamenti eina beinleiðis áminning til okkum gomlu. Høvuðsorðið er at ogna sær ta heilnæmu trúnna, og harvið verður týðiliga sipað til eina trúgv, ið setur týðilig spor eftir seg í tí vanliga gerandisdegnum. Ein trúgv, ið ikki ger tað, er sjúk, ormetin. Fráhaldandi merkir bókstaviliga ein maður ella kvinna, ið er fráhaldandi, sum ikki er alkoholtrælur. Orðið kann eisini merkja sinniligur, ein, sum ikki er jarðbundin, stendur á báðum beinum og ikki letur seg taka av fótum av einum og hvørjum lærdómsvindi. Virðuligir merkir, verdur at síggja upp til.
Hóvsamur merkir nakað líknandi sum fráhald: skynsamt, spakføri, ein sum kann ráða sær, og fer ikki upp at keglast fyri eitt gott orð.
Hesir eginleikar savna seg í kærleika, tað merkir, í viðurskiftunum við okkara medmenniskju og í úthaldni, tað er at verða verandi í trúnni, ikki vika frá henni, um stríðið tykist torført.
Jákup lýsir í brævi sínum orð Guds sum ein spegil: “Tí at um einhvør hoyrir orðið og ikki ger eftir tí, tá er hann líkur manni, sum skoðar sín náttúrliga andlitsskap í spegli:” (Ják 1,23). Tað er ætlað til at spegla okkum í. Úr norsku miðøld er varðveitt ein bók, hon eitur ‘Kongespejlet’ ætlað einum prinsi, ið skuldi læra at gerast kongur.
So lati okkum royna okkum sjálvum mótvegis hesum gamlamannaspegili, læruni frá orði Guds, hvussu hann metir, at vit skulu gerast gomul. Man tað vera ógjørligt? Jú – men hjá Gudi er einki ógjørligt. Vit hava víst kent nøkur, sum nøkulunda soleiðis livdu samsvarandi hesi lýsing.
“Við tíni veldismakt í minni, sum mangan fyrr tú sýndi her, hví eri stúrin eg í sinni? Mín Jesus, styrki tú mær ber! Tú ert hin sami ævi alla, sum Sátans vald fekk djúpt at falla.” Slb. 264,4
Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen, umsetti