Gentur samlaðu inn til Sat7kids

Fittu genturnar á myndini omanfyri seldu ymiskt, sum tær áttu á Ólavsøku. Peningurin fór í bússuna hjá Sat7kids.

Hvussu eita tit, og hvussu nógv ár eru tit?

Hansina 10 ár, Eyðley 11 ár, Barbara 8 ár, Lorensa 11 ár, Marita 12 ár og Fríða 8 ár.

 

Kunnu tit greiða frá, hvat tit gjørdu á Ólavsøku (á Strondum) í ár?

Vit høvdu gingið og hugsað um, at vit áttu ov nógv av ymiskum tingum, leikum og klæðum, sum vit vildu sleppa av við. Vit tosaðu um, at vit áttu at farið og selt hesi tingini. Vit tosaðu við mammur okkara um tað og komu fram til, at vit skuldu selja hesi tingini og lata peningin fara til Sat7kids. So tá ið ólavsøkan varð hildin á Strondum, vórðu borð sett upp í einum tjaldi, har millum annað vit seldu ymiskar leikur, skógvar og klæðir. Eisini høvdu mammurnar bakað kakur, sum vit seldu. Harumframt gjørdu vit onkrar kappingar, har man kundi dribla og lofta við bóltum og hoppa band. Her kundu luttakararnir vinna okkurt. Allur innkomni peningurin fór til Sat7kids.

LES EISINI  Nýggja missiónshúsið verður víst fram

 

Hvussu gekst við søluni?

Tað gekk ordiliga væl. Næstan alt, sum vit høvdu við, varð selt. Vit fingu 1900 krónur inn, sum vit koyrdu í bússuna hjá Sat7kids, sum er í sunnudagsskúlanum.

 

Hvat kenna tit til Sat7kids?

Vit hava ofta hoyrt um tað í sunnudagsskúlanum. Sat7kids er ein kristin sjónvarpsrás, sum ger barnasendingar, har børn kunnu fáa undirvísing og vera í sunnudagsskúla heimanífrá.

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina