Tíðin við undurverkum er ikki farin afturum: George Müller livdi av bønarsvarum

Eitt er víst: Fólk, sum kendu George Müller, høvdu ikki væntað nógv av honum. Sum tannáringur var hann smábrotsmaður, men hann endaði sum eitt trúarvitni. Og hóast hann ikki hevði fasta inntøku, breyðføddi hann, hvønn dag, 2000 børnum.

Hann æt í veruleikanum Johann Georg Ferdinand Müller, men í dag er hann kendur sum George Müller. Hann varð føddur í Prusslandi 27. septembur 1805 og var sonur Johann og Sophie Müller. Tey fluttu seinni til Heimersleben, har pápin arbeiddi sum skattainnkrevjari.

Longu áðrenn George Müller var 10 ára gamal, byrjaði hann at stjala av skattapengunum, pápin hevði kraft inn. Tannárini vóru merkt av stuldri, rúsandi evnum, spæli og lygnum.

Hóast hetta eydnaðist pápanum at fáa hann í serliga katedralskúlan í Halberstadt. Pápin ynskti nevniliga at George skuldi blíva prestur. Ikki tí hann legði so nógv í trúnna, men prestar fingu fasta løn. Og hann vónaði, at George fór at hava ráð at taka sær av pápanum, tá hesin bleiv ov gamal at taka sær av sær sjálvum.

George brúkti ta mesta av skúlatíðini at ballast í. Og somu nátt sum mamman doyði, tá var hann 14 ára gamal, spældi hann kort og drakk alla náttina.

Tá George var blivin konfirmeraður, helt hann fram við sama lívshátti. Men hann brúkti fleiri pengar enn hann hevði, og at enda bleiv hann koyrdur í skuldfongsul. Endiliga byrjaði George at skilja, at hann mátti broyta vanar. Men tað var slett ikki so lætt. Tí hóast hann tók eina góða og lívsbroytandi avgerð, datt hann skjótt aftur í tað gamla. Ikki fyrr enn seinni fann hann út av, at sætt frælsi kemur við gleðiboðskapinum um Krist.

Bað saman við pietistunum

Á vári í 1825 byrjaði George Müller á víðagitna fróðskaparsetrinum í Halle. Har møtti hann pietistisku gudfrøðini og fólki, sum livdu sína trúgv í gerandisdegnum. Ein av hesum var Beta, ein gamal floksfelagi úr skúlanum í Halberstadt. Ein dagin møttust teir av tilvild á einum skeinkistaði, og Beta bjóðaði George við á bønamøti heima hjá einum vinmanni. Tað var her, at Geroge umsíðir fekk sett kósina av nýggjum.

Aftaná at hava hoyrt Guðs orð, varð ein prentað prædika lisin. Og meðan George bað saman við teimum eyðmjúku og minni lærdu monnunum, sum góðtóku at hann var saman við teimum, hóast hansara synd, kendi George kallið vaksa í hjartanum:

– Á veg heim segði eg við Beta: ”Alt vit hava sæð á okkara ferð til Sveis, og allir teir stuttleikar vit hava havt, eru sum einki at meta aftur í móti kvøldinum í kvøld.” Eg minnist ikki, um eg fall á knæ, tá ið eg kom heim, men eitt veit eg: At eg lá róligur og glaður í songini. Hetta vísir, at Harrin kann byrja sítt arbeiði á ymiskan hátt. Tí tað er eingin ivi í mínari sál, at tað kvøldið byrjaði hann sítt náðararbeiði í mær, hóast eg fekk gleðina uttan djúpa hjartasorg og neyvan nakra vitan. Hetta kvøldið broyttist mítt lív.

Komandi tíðina mátti George lata nøkur av gomlu vinaløgunum fara, meðan hann vendi sær burtur frá teimum syndum, sum fyrr plágaðu hann.

Aftaná at hava biðið og hugsað seg væl um, kendi George seg kallaðan at blíva trúboðari. Hetta var fyrst í 1826. Tíverri skapti hetta slit við pápan, sum nú misti alla vón um at George fór at tjena væl og taka sær av honum á ellisárum. George mátti tí sjálvur gjalda fyri restina av útbúgvingini í Halle.

Brøður í trúnni

Eftir at verða innlimaður í London Society for Promoting Christianity among the Jewish (LSPCJ) flutti George Müller til London í mars 1829. George las og arbeiddi nógv, men hann var ofta sjúkur. Og fyrstu ferð deyðin stóð honum fyri durunum, var hann bara 23 ára gamal.

Hóast hann kom fyri seg aftur, hevði ein vinmaður tað uppskot, at hann skuldi fara til havnarbýin Devon, tí sjóluftin helst fór at vera góð fyri hann. George var samdur og fór. Har møtti hann skotanum Henry Craik. Teir blivu sera góðir vinir, og setti hetta kósina fyri restina av lívinum hjá George.

Teir høvdu báðir funnið trúnna meðan teir gingu á fróðskaparsetri. Har hevði Henry hoyrt fyrrverandi tannlæknan Anthony Norris Groves, sum nú var trúboðari. George, Henry og Anthony blivu, sum frá leið, sjónligir limir í Plymouth Brethren rørsluni.

Í 1829 tók George við kallinum sum prestur fyri meinigheitina í Ebenezer Chapel í Devon. Og í oktobur sama ár giftist hann Mary Groves, sum var systir vinmann og vegleiðara hansara Anthony Norris Groves.

Vangamynd av George Müller
George
Mary Groves giftist við George Müller í oktober 1829.
Mary

Líta á bøn

Í felag gjørdi nýgifta parið av, at tey vildu tæna trúfast í Ebenezer, uttan at liggja nøkrum til byrðu. Tí søgdu tey lønina frá sær, ið George higartil hevði fingið. Eftir hesa avgerð bað George ongantíð beinleiðis um pengar frá nøkrum, heldur ikki trúarfeløgum. Tey, sum ynsktu at stuðla parinum, kundu geva meinigheitini sjálvbodnar gávur.

Harafturat var George kendur fyri, til tíðir, at siga nei takk til penga gávur, tá ið hann helt, at hann hevði tað honum tørvaði. Sum prógv um Guds trúfesti, fingu Müller hjúnini alt teimum tørvaði, meðan tey tæntu í meinigheitini.

Tá George og Henry byrjaðu at boða orðið í Gideon Chapel í Bristol, helt vanin, um ongantíð at biðja um nakað, fram. Í 1834 stovnaðu teir báðir The Scriptural Knowledge Institution for Home and Abroad (SKI) eftir sama leisti. Tað gekk væl hjá SKI at luta bíbliur út, stuðla trúboðanararbeiði og at læra bæði børn og vaksin úr skriftini. Hetta arbeiðið er enn virkið. (stendur eisini seinast í greinini)

Tá George og Mary fluttu til Bristol fóru tey, av nýggjum, at hugsa um, hvussu tey kundu tæna Gudi, og liva í trúgv og bøn. Ein kolera farsótt og ávirkanin frá Herman Ball, A.H. Francke, og Norris Groves Müller, sum eisini livdu í bøn, fingu hjúnini at hugsa um gøtubørnini í Bristol, biðja fyri teimum og teirra vaksandi tørvi á umsorgan, og hvussu tey best kundu tæna teimum.

George hevði eitt mundi havt gleði og gagn av gávumildum kristnum, sum tóku sær av teimum fátøku, heimleysu og foreldraleysu. Og tá ið hann sá, hvussu blómandi ídnaðurin misnýtti børn sum arbeiðsmegi, kendi hann seg noyddan at gera okkurt.

Tá hann 5. desembur 1835 las Sálm 81,11, kendi hann at Gud talaði til hansara ígjøgnum orðini: “Lat upp munn tín, at eg hann kann fylla!” George bað ítøkiliga um £1000, hann bað fyri húsunum hann hevði tørv á, og hann bað um hjálp til at taka sær av foreldraleysu børnunum. Fimm mánaðir seinni fekk hann bønarsvar; George lat fyrsta barnaheimið á Wilson Street 6 í Bristol upp.

George Müller lat upp sítt fyrsta barnaheimið á Wilson Street 6 í Bristol.

Gleðitár og 2000 børn

Komandi 5 árini lat hann tvey barnaheim upp afturat. Men víðkanin hendi ikki uttan roynslur og stríð. Ofta vóru hjúnini í kreppu. Tey høvdu hvørki pengar, mat, hita ella nokk av klæðum. Tey fingu alsamt onga løn og bóðu framhaldandi ongan um gávur. Men dagliga løgdu tey síni ynskir og sín tørv fram fyri Gud í áliti um, at hann fór at møta teirra tørvi. Og tað gjørdi Gud altíð.

Í 1853 skrivar George: – Tað vóru eingi útlit til at eg fór at fáa 100 pence – og so slett ikki £100 ( £100 hevði verið uml. 90.000 kr. í dag. red.). Harafturat var tað mánadagur (lønarútgjaldingar vóru seinast í vikuni red.), og vanliga var lønin lág. Men tá ið eg í morgun gekk og bað á veg til Orphan House, segði eg Harranum tað… Og so var. Í morgun fekk eg, £301 til Harrans tænastu… Eg gekk leingi aftur og fram á skrivstovuni. Gleðitár og takksemi runnu í stríðum streymum niður eftir kjálkunum, meðan eg lovaði og prísaði Gudi afturfyri hansara góðsku. Og umaftur gav eg meg av fullum huga til hansara, afturfyri hansara signaðu tænastu.

Gud helt áfram at svara bønunum hjá George á undursaman hátt. Tað var nú greitt at tørvur var á einum størri húsi til vaksandi talið av barnaheimsbørnum. George bað um £10.000 (uml. 9 milliónir kr. í dag red.) at byggja eitt varandi barnaheim fyri. Hann fann eitt grundstykki á Ashley Down í 1846, sum hann fekk fyri nógv minni enn vanliga marknaðarvirðið. Ein arkitektur gjørdi sítt arbeiði ókeypis.

Í 1870 hevði Ashley Down økið fimm liðug barnaheim við yvir 2000 børnum.

George Müller: Ein kristin hetja við einum varandi arvi

Hetta sama árið doyði Mary, og George gav arbeiðið víðari til hjálparmannin James Wright. Árið eftir giftist James Lydiu, dóttir George. Hon var einasta barn hansara, sum var komið undan við lívinum. Tá George var 66 ár giftist hann uppaftur, og tá ið hann var 70 ára gamal ferðaðist hann runt sum prædikumaður. Hann feraðist yvir 300.000 km í 42 londum, og náddi fleiri enn trimum milliónum fólkum. Tey hoyrdu hann greiða frá um 50.000 ymiskar bønir, sum hann hevði fingið svaraðar gjøgnum lívið.

George Müller arbeiddi ótroyttiliga fyri Harran inntil hann var 93 ára gamal. Hann doyði um morgunin 10. mars 1898. Allur Bristol býur helt frið undir jarðarferðini; fyritøkur lótu aftur og fleiri túsund vístu sína virðing. Tíðindablaðið Bristol Times skrivaðið: ” Hann bleiv lyftur upp við tí endamáli at vísa, at tíðin við undurverkum ikki er farin afturum.”

Arbeiðið hjá George Müller heldur fram ígjøgnum SKI og Müllers – eitt felag, sum talar søk teirra veiku í Bristol og virkar út frá somu trúføstu meginreglu um bøn, sum George livdi eftir.

Rosalind Olsen umsetti

Jarðarferðin hjá George Müller í Bristol, Mars 1898.
Jarðarferð, Bristol, Mars 1898