Gerið ikki Heilaga Andanum sorg

“Og gerið ikki Guds heilaga anda sorg, sum tit eru innsiglaðir við til endurloysingardagin!” (Ef 4,30)

Hetta eru álvarsorð, sum Paulus møtir okkum við í dag. Ein áminning, sum er galdandi bæði fyri kristin og ikki kristin fólk: – Gerið ikki Guds Heilaga Anda sorg!

Skulu vit skilja hetta orðið, mugu vit hugsa, at Heilagi Andin er ein persónur. Sum kann gleðast, og sum kann harmast. Vit kunnu gera Heilaga Andanum sorg. Heilagi Andin býr í øllum kristnum. “Hann, sum tit eru innsiglaðir við til endurloysingardagin”, skrivar Paulus til tey kristnu í Efesus.

Men hvussu kann tað henda, at vit gera Heilaga Andan, sum býr í okkum, sorgarbundnan?
Latið okkum siga eitt sindur um hetta í dag.

1. Guds Andi setur ljóskastaran á okkara orð.

“Eingin illavorðin tala komi út av munni tykkara, men slík, sum er góð til uppbyggingar, har sum tað gerst neyðugt, so at hon kann veita teimum náði, sum áhoyra.” Soleiðis stendur í 29. versi.

LES EISINI  Høvuðsmálið!

“Allur beiskleiki og yvirhugi og illsinni og hávi og spottan veri langt burtur frá tykkum tillíka við øllum óndskapi!” Soleiðis stendur í 31. versi.

Vit kenna frá gerandislívinum, hvør máttur kann vera í orðinum.

Orð kunnu troysta og gleða. Orð kunnu skapa pínu og sár.

Soleiðis er tað eisini í kristnilívinum. Tað er ikki líkamikið, hvat fer av munni okkara.

Sanniliga er neyðugt at biðja: “Set tú, Harri, vakt fyri munn mín, varðhald fyri dyr varra mína!” (Sl 141,3)

2. Guds Andi eitur Heilagi Andin.

Tað merkir: Heilagi Andin vil, at vit skulu liva eitt heilagt lív. Í reinleika, sannleika og kærleika. Heilagi Andin eggjar okkum til stríð móti syndini, óreinsku og sjálvgóðsku.

Heilagi Andin sannførir um synd. Dýrmetir Jesus. Og vegleiðir til sannleika.

Men hann harmast, tá ið vit umbera syndina og liva burtur frá Jesusi, tá vit vanda okkum illa um kristnilív okkara ella ganga tvørs av Guds góða vilja.

Heilagi Andin agar Guds børn, tá ið tey hava skikkað sær illa. Fyri at leiða barnið aftur til Guds ljós gjøgnum ásannan og uppgerð. Guds Andi gleðir seg, tá ið samlag er millum syndaran og Frelsaran!

LES EISINI  Heilagi Andin sameinir okkum í Kristi

3. Guds Andi syrgir, tí hann elskar.

Sorg er kærleikans aftursvar. Tann, sum ikki veit, hvat ið tað er at elska, veit heldur ikki, hvat ið tað er at syrgja.

Gev gætur, hvat ikki stendur í Efesusbrævinum 4,30. Tað stendur ikki: “Gerið ikki Guds Heilaga Anda illan, súran, beiskan og firtnan.” Har stendur: “Gerið ikki Guds Heilaga Anda sorg!”

Guds Andi elskar teg. Hann ynskir tær bert tað besta. Hann vil brúka teg í tíðini og varðveita teg til ævinleikan. Tí er tað, at hann er stúrin um teg, vil vaka yvir tær og verja teg frá øllum illum.

Heilagi Andi Guds er ikki tín fíggindi ella tín mótstøðumaður. Hann er tann besti og mest trúfasti vinur, tú hevur í lívinum.

Tí: Gerið ikki Guds Heilaga Anda sorg!

 

Til umhugsanar …
Í Fyrra Tessalónikabrævi 5,19 stendur: “Sløkkið ikki Andan!”
Hvat merkir tað?
Hvussu kann hetta henda í lívinum hjá einum kristnum?

 

LES EISINI  Barnakorsins Andi

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina