Gev jólagávu til Kirkjuligu Heimamissiónina

Heimamissiónin er ein fólkakirkjulig vekingarrørsla, ið stendur fyri eini røð av arbeiðsgreinum. Arbeiðið verður fíggjað við gávum, og alt árið lata einstaklingar og onnur túsundtals krónur til virksemið. Eitt serligt høvi hvørt ár er at lata eina serliga jólagávu.

Gávan í ár fer til at stuðla trúboðarunum

Virksemið hjá Heimamissiónini fevnir víða. Millum annað hevur rørslan 6 trúboðarar í starvi. Tríggir av trúboðarunum vóru settir í starv fyrr í ár. Trúboðararnir boða gleðiboðskapin á ymiskan hátt um landið, á internetinum, millum sjófólk og ein teirra í Íslandi. Teir halda millum annað møti, ungdómsmøti og bíbliutímar, vitja fólk, skipa fyri fleiri ymiskum sløgum av tiltøkum og so framvegis.

Enn er nakað eftir á mál at bera føstu útreiðslurnar av trúboðarunum, ið vóru settir í starv fyrr í ár. Tí takkar Heimamissiónin fyri allar gávur – eingangs og fastar mánaðargávur – ið eru við til at fíggja sínum trúboðaravirksemi um landið, í Íslandi og í vaksandi mun á netinum.

Lætt at geva jólagávu

Við fartelefon, teldli ella teldu er tað sera lætt og skjótt at geva eina jólagávu til virksemið hjá Heimamissiónini. Vel eina upphædd niðanfyri, sum tú vilt geva, og fyll út teigarnar og trýst víðari (minst til at krossa av, at tú hevur lisið og góðkennir gjaldstreytirnar). At enda kemur tú til gjaldsupplýsingar á tínum gjaldskorti. Skipanin er trygg at gjalda við.

Vilt tú heldur flyta “uppá gamlan máta”, kanst tú flyta eina gávu til eina av hesum kontum og viðmerkja ‘jólagáva‘:

  • Bank Nordik: 6460-534.539.3
  • Betri Banki: 9181-453.516.4
  • Norðoya Sparikassi: 9865-302.106.2
  • Suðuroyar Sparikassi: 9870-995.393.1

Kirkjuliga Heimamissiónin takkar hjartaliga fyri eina og hvørja gávu til arbeiðið!