Gjørd/ur sátt við Gud
Vit fara at halda á fram at taka nøkur “kjarnuorð” úr Bíbliuni. Orð sum kunnu hjálpa okkum at fata høvuðsboðskapin í Bíbliuni.
Næsta orðið er: Sáttargerð
Tá ið tað snýr seg um hetta hugtakið, er munur á norskum umsetingum. Summar brúka orðið ‘gera sátt’, aðrar ‘gera semju’. Men tað er sama mál, tað snýr seg um.
Hvat merkir orðið sáttargerð? Í undanfarna parti skrivaðu vit um sóning. Hetta hugtakið lýsir viðurskiftini millum Gud og syndina. Hugtøkini sóning og sáttargerð eru heilt ymisk fyribrigdi: Gud vil sóna syndina, men hann vil ikki sættast við hana.
Gud vil ikki gera semju við syndina. Men hann vil semjast við syndaran.
Hugtakið sáttargerð merkir sostatt viðurskiftini millum Gud og syndaran! Við sínum deyða loysti Jesus ósemjuna, sum vegna syndina var komin í millum Gud og menniskjuna. Jesus bøtti fyri syndina, sónaði hana, tá hann gav sítt lív í okkara stað. Hann smakkaði Guds vreiði. Tók okkara revsing. Og rindaði okkara skuld. Jesu deyði merkir, at Guds krav er uppfylt. Syndin hevur fingið sína uppibornu revsing. Jesu deyði merkir eisini, at okkara tørvur er tryggjaður. Gud kann fyrigeva synd, uttan at linka hana tað minsta.
Jesu sóning hevur gjørt sáttargerðina gjørliga!
Tað sundurfarna sambandið millum Gud og menniskjuna kann fáast aftur í rættlag! Í einari ósemju eru altíð tveir partar. Skal ein ósemja javnast aftur, mugu báðir partar vera villigir at semjast.
Bara eitt “ja” frá báðum pørtum ger semjuna gjørliga.
Bíblian sigur, at Gud er nøgdur við Jesus. Hann hevur fingið tað, hann krevur. Gud stendur fúsur at frelsa. Hann vil fegin bøta aftur tað sundurfarna sambandið við syndaran. Sáttargerðin merkir her tað verkið, sum Jesus hevur gjørt liðugt. Sáttargerðin er nú ein veruleiki hjá Gudi.
So er spurningurin: Ert tú nøgd/ur við Jesus?
Vilt tú lata Jesus galda sum gjald fyri tínar syndir?
Vilt tú sættast við Gud gjøgnum tað, sum Jesus gjørdi?
Vilt tú lata Jesus vera TÍN sáttarmann?
Sáttargerðin merkir nú tað, sum hendir, tá eitt menniskja sigur “ja” til Jesus og letur Jesu verk galda sum grundarlag fyri einum nýggjum og skipaðum sambandi við Gud!
Les Seinna korintbræv 5,14-21 og gev tær far um hesar báðar málberingar: “Men alt er frá Gudi, sum gjørdi okkum sáttar við seg við Kristi og gav okkum sáttargerðartænastuna” (18. vers). “Vit biðja í Krists stað: Verðið sátt við Gud!” (20. vers)
Tann fyrra er galdandi fyri tað, sum Gud tók ábyrgdina av. Tann seinna er galdandi fyri tað, sum tú hevur ábyrgdina av. Gud hevur sagt “ja” til Jesus! Tú mást siga “ja” til Jesus! Bert á henda hátt verður eitt menniskja sátt við Gud.
Til umhugsanar…
Krist, tú á krossinum bart á tær
menniskjans synd og neyð!
Krist, tú á krossinum keypti mær
frælsi frá dóm og deyð
Har við tín kross rætti himna Gud
hond til ta falnu sál;
har við tín kross fann eg dýran lut:
lívið og lívsins mál.
(Missiónssangbókin 144, 1.-2. vers)
Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)
Hjørleif Poulsen týddi