Gleða seg alt árið til bíbliuskeiðið

Fyri hjúnuni Marjun og Leiv Nattestad í Miðvági, sum eru 87 og 93 ára gomul, hevur árliga bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verið fastur táttur av árinum í áratíggju.

-Ja, vit hava verið á bíbliuskeiði øll árini síðani, tað byrjaði her í Leguhúsinum í 1990-unum, uttan, tá tað var avlýst vegna koronu í 2020 og í fjør, tá øll familjan var savnað sama vikuskifti, siga Marjun og Leivur.

-Hetta eru altíð ríkir og góðir dagar. Undirvísingin er góð, umstøðurnar eru góðar, maturin er góður, og so er samveran við hinar luttakararnar eisini góð, siga tey.

-Eg gleði meg alt árið til bíbliuskeiðið, tí tað er so gevandi at vera saman um Guds orð, sigur Leivur
-Ja, Leivur tosar um bíbliuskeiðið nærum alt árið og gleðir seg til tað, sigur Marjun.

-Í ár var undirvísingin sera góð, og so var hon á føroyskum, tí tað var Jóannis Fonsdal, prestur, sum undirvísti út frá Jákupsbrævinum. Nógvir góðir útlendingar hava undirvíst, og vit skilja bæði norskt og danskt, men best dámar okkum at hoyra tað á føroyskum, siga tey.

LES EISINI  Jóannis Fonsdal: Tungan hevur mátt

-Bíbliuskeiðini eru sera góð, og tí ynskja vit, at fleiri komu, eisini úr Vágum. Umstøðurnar eru góðar, og so eru fríløtur har, vit kunnu hvíla okkum, um tørvur er á tí, ella ganga okkum ein túr, siga tey.

-Um Gud vil, og vit hava lív og heilsu, so ætla vit okkum aftur á bíbliuskeið síðsta vikuskiftið í august 2023, siga Marjun og Leivur Nattestad.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina