Gleðilig jól – og takk fyri allan stuðul í farna árinum

Hetta árið hevur verið hendingarríkt. Vit gleðast um tað stóra arbeiðið, sum verður gjørt kring alt landið – millum børn, ung og vaksin. Sunnudagsskúlar, juniormøtir, ungdómsmøtir, sunnukvøldsmøtir, bíbliutímar, vitjan og umsorganararbeiði, summarlegur, Sangfagnaður, ungdómslegur, familjulegur, juniorlegur v.m. – ein hópur av sjálvbodnum brúkar sína tíð uppá, at onnur kunnu koma at kenna Jesus og fylgja honum eftir.

Bara í summar vóru áleið 400 sjálvboðin og hjálptu til summarlegurnar í Nesvík, á Giljanesi og í Porkeri. Og ígjøgnum eitt ár eru fleiri túsund, sum fáa gleði av okkara legum. Trúboðin verður dúgliga vitjaður av fleiri hundrað hvønn dag. Heimamissiónsforlagið gav út tvær nýggjar barnabøkur á føroyskum til jólar. Og herfyri lósu vit, at 1151 jólapakkar vórðu bornir út til 102 skip frá Sjómansmissiónini. Og eftir ársskifti verður ein fullteknað nýggjárslega fyri ung, sum eru 16 ár og eldri.

We stand on the shoulders of giants, sigur enska orðafellið. Heimamissiónin hevur í meira enn hundrað ár arbeitt fyri at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi – og í ár hava eisini fleiri lokal missiónsarbeiðir hátíðarhildið 50 ár85 ár90 ár100 ár fyri at nevna nøkur. Í 2000 ár undan okkum hevur sami gleðiboðskapur ljóðað – og í dag er kyndilin okkara at vera ljós og salt í hesum falna heimi og at gera øll fólkasløg til Jesu lærusveinar.

Í vár løgdu vit eina nýggja strategi fyri felags missiónsarbeiðið komandi árini. Og gongd er av álvara sett á fleiri av átøkunum. Øll rørslan samlast til bøn fýra ferðir í komandi ári, fyrstu ferð í Leirvíkar missiónshúsi 20. januar. Vit vilja røkka betur út til børn á netinum, nú Spírar verður ein partur av okkara barnaarbeiði. Vit vilja menna missiónsarbeiðið í útnorðri og senda komandi hálvár tveir volontørar til Íslands at arbeiða fyri ungdómsarbeiðinum har. Vit flyta í næstum í nýggja skrivstovu á Føroya Barnaheimi og vilja samstundis betra um karmarnar í Nesvík til mongu legurnar.

Vit eru øll kallaði til at arbeiða í Guds ríki – men líkasum Gud hvíldi á sjeynda degi eftir skapanina, skulu vit eisini hvíla. Jólini geva okkum eitt høvi til at steðga á og minnast, at Jesus kom at bera alla heimsins synd. Hann hevur longu sigrað á tí ónda.

“Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinnar faðir, friðarhøvdingi.” (Jes. 9,6)

Takk fyri allan stuðul og hjálp í okkara arbeiði. Við hesum vilja vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig og friðsæl jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár – og vit síggja fram til framhaldandi gott samstarv í nýggja árinum.

Vegna leiðsluna í Kirkjuligu Heimamissiónini

Heri Kjærbo (formaður) og Jákup Brúsá (aðalskrivari)