Gleðiligar páskir!

Trúboðin ynskir øllum einar gleðiligar páskir.

Í nýggjasta blaðnum hyggja vit serliga at páskunum og páskaboðskapinum. Vit hava spurt fýra fólk, ið javnan boða kristna boðskapin, hvat er kjarnin í páskaboðskapinum og hvønn týdning páskirnar hava fyri tey. Ein boðandi grein er um hvønn av teimum fýra halgidøgunum, pálmasunnudag, skírisdag, langa fríggjadag og páskadag, og eisini hyggja vit nærri at krossfesting út frá fornfrøðiligum keldum.