Glyvra streingjakór syngur: -Ár í synd og hugmóð livdi eg-

Mánadagin 2. mars varð missiónshúsið á Glyvrum 45 ár. Í tí sambandið var hugnakvøld við døgurða, søguligari frágreiðing, góðum drekkamunni, heilsanum, andakt og sangi.
Streingjakórið í húsinum, stillaði upp millum borð og stólar, og sang nakrar sangir til seinast.
Ein av teimum var:  “Ár í synd og hugmóð livdi eg”
Kirkjuliga Heimamissiónin ynskir teimum til lukku við teimum 45 árunum, Guds signing við arbeiðinum og tøkk fyri gott samstarv.

Hesa vikuna er missiónsvika á Glyvrum. Skráin kann síggjast her á trubodin.fo