Góð ferð hjá Grønlandstoyminum

Grønlandstoymið hjá Heimamissiónini, sum taldi 10 fólk, er komið aftur í øllum góðum eftir ein góðan túr. Flogið var umvegis Ísland til Nuuk, og toymið fortelur soleiðis í stuttum frá túrinum.

Í Íslandi vitjaðu vit umborð á grønlandska trolaranum Polar Nanoq, har vit sungu og høvdu andakt. Vitjað varð eisini umborð á Pamiut.

Komin til Nuuk var sjómansheimið okkara heim og útgangsstøði. Har høvdu vit dagligu morgunandaktirnar kl. 09.45 og ein bíbliutíma.

Vit høvdu eisini sang og andakt umborð á rækjutrolaranum Polar Qaasiut og umborð á línuskipinum Polar Uummannak. Fólk úr toyminum vitjaðu eisini umborð á fleiri grønlandsk, canadisk og donsk skip í Nuuk.

Vit sungu og boðaðu Guds orð á fleiri støðum í býnum. Vit vitjaðu ellisheim, dagtilhald fyri eldri fólk, fangahúsið og samkomuhús. Harafturat sungu vit uttanfyri Keypsamtøkuna í miðbýnum. Vit vitjaðu eisini inn í fleiri heim og høvdu samband við nógv fólk í býnum.

Sum nakað nýtt skipaðu vit hesuferð fyri einum sang- og vitnikvøldi í matstovuni á Sjómansheiminum. Hóast tað var nógvur vindur og regnið oysti niður, so komu millum 70 og 80 fólk. Felagssangurin rungaði bæði á grønlandskum, donskum, føroyskum og enskum.

Tveir vitnisburðar vóru, sum vóru tulkaðir til grønlandskt. Harafturat sungu Jákup og Lív ein sang, nakrir ungir grønlendingar sungu tríggjar sangir, og toymið sang tveir sangir. Sjómanstrúboðarin Søren Eriksen endaði kvøldið, og so varð bjóðað til drekka við ymiskum góðum afturvið.

Vit vóru til grønlandska gudstænastu og luttóku á evangeliska møtinum hjá Ebenezer, har vit sungu og vitnaðu. Partur av toyminum hjálpti eisini til við matgerð og servering fyri heimleysum, sum vitja inn til Frelsunarherin. Gingið var eisini bønargongu ymsastaðni í býnum, har biðið var fyri landi og fólkið.

Endamálið við arbeiðinum hjá toyminum í Nuuk er tvídeilt.

  1. Vit ynskja av syngja og vitnað um Jesus (evangelisera)
  2. Vit ynskja at stimbrað tey sum stríðast í kristiliga arbeiðinum í Nuuk.

Tey, vit vitjaðu, søgdu, at dagarnir høvdu verið sum ein missiónsvika. Orðið kom víða og tey kristnu vóru styrkt í trúnni. Móttøkan var sera góð allastaðni har vit komu. Tá vit fóru avstað aftur takkaðu tey hjartaliga og søgdu: Taguss (vit síggjast).

Komin aftur til Íslands varð vitjað umborð á Polar Nanoq og Markus, sum lógu á Hafnafjørðinum. Í Íslandi búðu mennirnir á Ørkini, meðan kvinurnar búðu privat.

Vit fóru avstað fríggjadagin 11. august og vóru aftur í Føroyum týsdagin 22. august.

Vit takka fyri forbøn, stuðul og fyri framhaldandi forbøn fyri Grønlandi.

Grønlandstoymið