Góð freisting

Er tað yvirhøvur gjørligt at tosa um góða freisting. Tað hebraiska og grikska orðið fyri freisting er “neutralt” og kann tí nýtast bæði í góðum og óndum týdningi. Týdningurin av orðinum, er bæði “roynsla” og “freisting” ( sambært Illust. Bibelleksikon). Vanliga verður orðið nýtt um tað ónda sum til dømis, freisting at synda. Tað er eisini við hesum týdningi, Jesus lærdi okkum at biðja – “leið okkum ikki í freistingar.”

Eg vil tó her gera tað óvanliga – at nýta orðið í “jaligari” merking. Úrslitið fer tá at vera, at vit kunnu vera freistað til at gera okkurt gott. Tann kendi norski læknin, Einar Lundby, sum upplivdi nógv stórt saman við Gudi, hevur einaferð sagt: -Tá ein fyrst hevur upplivað signingina við at geva pening til Guds ríkis arbeiði, verður ein næstan freistaður til at grunda (hugsað) í signing!”

Hvat siga royndirnar Mong eru tey, sum uppliva, at tey nærum ikki hava nóg mikið av peningi til lívsins uppihald. Gávan til Guds ríkis arbeiði má tí skerjast ella útsetast, til ráðini gerast betur. Mong halda, at hettar ljóðar bæði rætt og rímiligt, og tí kunnu eisini Guds børn lætt ávirkast av hesi “logisku” hugsan. Venda vit okkum til Bíbliuna og royndirnar, fólk hava gjørt sær í hesi søk, fáa vit eitt heilt annað svar. Hvat upplivdi einkjan í Sárepta í fátækt síni? 1 Kongabók 17. Hvat upplivdi fólkið á døgum Málakiasar, tá ið tey góvu tíggjund til Guds ríki? Málakias 3. Hvat upplivdi fólkið á Haggais døgum? Jú, tað fólk, sum gevur til Guds, fær frá Gudi. Hevur tú eisini uppliva tað? Stóri og avgerandi spurningurin í hesum samanhangi, í hesi “freisting”, er tí sum hjá Málakiasi: Tora tú og eg at royna Gud, um hann heldur orð og lyfti síni?

LES EISINI  Vinn ein nýggjan bil

Gev – og heysta signing Tað hevur ongantíð kenst lætt at stíga út á lyfti Guds. Tey, sum kortini hava gjørt tað, bera okkum tann týðiliga vitnisburð, at Gud heldur orð og lyfti síni. Tey fingu kanska ikki í yvirflóð, men fingu tað, teimum tørvaðu. Áheitanin verður tí, at gev nú Gudi ein møguleika til at signa teg – við at tú gevur til Guds. Ja, gev, so tað kostar – og ikki bara av yvirflóðini. Mong eru tey, sum ikki hava eina skipaða gevaratænastu og vita tí ikki, hvussu nógv tey geva. Tey halda, at “høgra hond skal ikki vita, hvat vinstra ger.” Er tað nú rættur hugburður? Her fari eg nevna royndirnar hjá kenda norska professaranum og formanni í norsku Heimamissiónini í mong ár, Ole Hallesby: “Skriva niður, hvussu nógv tú gevur – og tú vilt síggja, hvussu lítið, tú gevur!”

Gud elskar ein glaðan gevara. So lat teg freista til eina góðgerð. Gud leingist eftir, at tú stígur út á lyfti hansara. Harvið ærir tú hann eg ert til signingar fyri næstan. Takk fyri eina og hvørja gávu til Guds ríkis arbeiði – eisini í fólki okkara!

LES EISINI  Andakt til tey gomlu 42

Torleif Johannesen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina