Góð missiónsferð hjá Grønlandstoyminum

Mánakvøldið 17. august kom Grønlandstoymið hjá Sjómansmissiónini aftur úr Nuuk í øllum góðum.

Toymið fór úr Føroyum hósdagin 6. august til Íslands, har gist varð á Ørkini. Fríggjadagin var farið víðari til Grønlands. Sjómansheimið í Nuuk var líkasum støðið undir vitjanini. Har búði toymið og hevði morgunandaktir, bíbliutímar, sangløturog prát við nógvar gestir.

Sunnudagin var ætlanin at vitja kirkjur og samkomur, men vegna koronu, sluppu væl færri fólk í kirkju, so ístaðin gekk toymið gjøgnum býin biðjandi fyri fólki og landi.
Mánadagin hevði toymið, millum annað, andakt umborð á rækjutrolaranum Polar Qaasiut.
Vitjað varð eisini umborð á onnur skip og bátar.

Koronuávirkan

Í og við keðiligu tíðindini um koronuvøkstin í Føroyum, skerpaðu grønlendsku myndugleikarnir tilráðingina fyri fólk,sum vóru komin úr Føroyum. Tilráðingin ávirkaði toymið soleiðis, at nakrar avtalaðar vitjanir vóru útsettar. Toymið læt seg kanna fyri koronu, og í tveir dagar var toymið minni virkið uttanfyri sjómansheimið, enn ætlanin var. Toymið hevði kortini andaktirnar á sjómansheiminum og gekk fleiri túrar biðjandi gjøgnum býin. Hesi kvøldini hevði toymið sangløtur í matarhøllini á sjómansheiminum aftaná kl.20.30. Vinir úr býnum og fleiri gistandi gestir vóru við til løturnar. Tað vóru sera góðar løtur, har eisini varð biðið fyri fólki, og tað bæði til likams og sálar. Fleiri hildu, at hetta var Guds “b-ætlan” men tá menniskju koma til trúgv, so var tað óivað Guds “a-ætlan.” Ja, Gud er ikki ráðaleysur -hóast koronu.

LES EISINI  Kenni meg kallaðan til Nuuk

Gud signaði

Tá neiliga svarið kom uppá koronuroyndina, var dirvið líkasum betri, og vitjað varð aftur úti í býnum, millum annað í fangahúsinum. Toymið bað nógv fyri ferðini, og á ferðini um ikki at bera smittu, men grøðing frá Gudi til fólkið í Nuuk. Tað upplivdu vit eisini, til Guds æru og fólki til frelsu og signingar. Fríggjakvøldið var bíbliutími á sjómansheiminum við góðari uppmøting. Samanumtikið má sigast, at Gud signaði toymið og gjørdi tað til signingar.

Á heimferðini gisti toymið aftur á Ørkini í Reykjavík, har toymið hevði møtið sunnudagin kl.16. Uppmøtingin og løtanvar góð. Eisini varð biðið við handaálegging, fyri nýggju fyristovufólkunum á Ørkini, Barbaru og Sólbjørn.

Toymið takkar hjartaliga fyri forbøn og fíggjarligan stuðul.

Eisini takk fyri forbøn fyri Grønlandi og Íslandi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina