Góð missiónsvika í Tjørnuvík

Missiónsvikan í Tjørnuvík var 11. – 13. november. Tað vóru nøkur sera góð møtir, og góður sangur og talarar.
Eisini var góður tónleikur og sangur, og fleiri vitnaðu um Jesus.

Tað, sum verður lagt til merkis, er, at kvøldini, burtur frá sunnukvøldi hava verið væl vitjað, tey seinastu árðini.

Um vit fara nøkur ár aftur í tíðina, so kundi tað verða soltið við fólki hóskvøld, fríggjakvøld og leygarkvøld. Nú sær út til, at fleiri savnast øll kvølduni, missiónsvikan var.

Tað var Alica Andreasen, sum enn einaferð skipaði fyri missiónsvikuni. Hon hevur skipað fyri missiónsvikum í nógv ár. Eisini var hon við Gullaki Hansen og øðrum, sum skipaðu fyri missiónsvikum í Tjørnuvík í fleiri ár.

Nú er Alica Andreasen komin upp í árini, men trúnna á frelsaran hevur hon sterka enn í dag. Hon bleiv frelst í 70-unum og hevur neyð fyri, at fólk koma til trúgv á Jesus Kristus. Hon hevur mangan havt sterkar og góðar vitnisburðar.

LES EISINI  Í kvøld byrjar missiónsvikan í Vík

Eftir ætlan verður næsta missiónsmissiónsvikan í Norðstreymoy í Kvívík 20. – 22. januar 2023.

Sál 42,2:
Sum hjørtur tráar eftir rennandi áum, so tráar mín sál eftir tær, o Guð!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina