Góð móttøka og nóg mikð at gera

Grønlandstoymið hjá Føroysku sjómansmissiónini er komið til Nuuk. Hetta er trettanda árið, at toymið vitjar grønlendska høvuðsstaðin, og nøkur hava verið við øll árini.

Toymið býr á sjómansheiminum, sum nú kallast Hotel Søma. Skrá er løgd fyri dagarnar, og nóg mikið er at gera. Her skulu nevnast nakrar av uppgávunum hjá toyminum komandi dagarnar:
Andaktir á sjómansheiminum og andaktir fyri heimleys. Vitjan á Ellisheim, fongslið, Bláa Kross, Kofoed skole, Frelsunarherin, skipsvitjanir og annað.
Tað er hugaligt at uppliva góða móttøku, og at nógvar hurðar eru opnar fyri toyminum.
Gjøgnum árini eru góð vinarbond knýtt, so toymið hevur eisini nakrar húsvitjanir.

Toymið takkar fyri forbøn og fíggjarligan stuðul, og vónar og biður um, -at ganga í teimum góðu gerningunum, sum Gud leggur til rættis framanundan- samb. Ef.2,10.

LES EISINI  Grønlandstoymið sleppur ikki avstað
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina