Arbeiðsdagar í Nesvík – eini 10-20 fólk til arbeiðis hvønn týsdag

Seinastu vikurnar hevur arbeiðsdagur verið í Nesvík hvønn týsdag, har nógv sjálvboðin hava møtt upp fyri at gera ymsar ábøtur á Leguhúsið, áðrenn summarlegurnar fara í gongd í juni. Hvørja viku møta millum 10-20 arbeiðsfólk upp at hjálpa við alskyns uppgávum – hvørt tað er allan dagin ella part av degnum.

Serliga verður arbeitt við at flyta verkstaðið í kjallaranum og víðka um og gera ítrivsrúmið í stand. Hetta verður eftir ætlan eitt størri aktivitets-rúm, ið kann brúkast á ymsan hátt til legur og tiltøk í húsinum – eitt nú til ítriv, bønarrúm, hugnarúm v.m. Og vónin er, at hetta verður klárt at taka í nýtslu, tá summarlegurnar byrja.

– Hvørt ár gista túsundtals børn, ung og vaksin í leguhúsinum, sigur Jákup Brúsá, aðalskrivari. Húsið verður sostatt væl slitið, og ein húsavørður megnar ikki at koma runt at gera allar ábøtur. Tá er gleðiligt, at tað eru so nógv fólk, sum eru góð við leguhúsið. Og hetta er ein góður máti at hjálpa við at halda leguhúsið í góðum standi, so tað framhaldandi verður til signing fyri mong.

LES EISINI  Nógv lív í Leguhúsinum í dag

Vanliga hevur árligur arbeiðsdagur verið í juni, har nógvar stórar ábøtur verða gjørdar. Ætlanin er ikki at avtaka tann arbeiðsdagin, men heldur at supplera við meira handaligari arbeiðsorku til leguhúsið ígjøgnum árið. Týsdagurin er ein góður møguleiki hjá pensjónistum, útisiglarum ella øðrum, sum kunnu leggja sær ein vanligan týsdag til rættis, at hjálpa.

Øll eru hjartaliga vælkomin til arbeiðsdagar í Nesvík hvønn týsdag – kvinnur sum menn, yngri sum eldri. Byrjað verður við morgunmati kl. 09:00 og síðan verður farið til arbeiðis. Send SMS til húsavørðin á tlf. 23 00 76 fyri at boða frá, um tú verður við.

Gamla verkstaðið er tømt og flutt, so hetta rúmið kann knýtast í verandi ítrivsrúm, ið sostatt verður munandi størri.
Nýtt verkstað verður sett upp í sonevnda “gamla neystinum” (kjallararúm omaneftir).
Lekar verða ordnaðir.
Reingerð í stóra køkinum.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina