Góð undirtøka fyri summarlegunum

Nú ongar legur vóru í fjør vegna korona, so tykist tað sum at børn og ung eru sera spent til tey aftur kunnu koma á lesu í Nesvík. Longu nú eru nógvar tilmeldingarnar komnar, harav ein er longu fullteknað, meðan aðrar bert hava fáa pláss eftir. 

Sjálvt um tilmeldingin til summarlegurnar lat upp fyri bert 5 døgum síðan, so eru streyma  tilmeldingum inn. Eitt nú er 5.-6. flokks legan longu fullteknað og sera fáa pláss eru til 4.-5. flokks leguna. Hóast tað so enn er møguleiki at koma á bíðilist til tær legur, sum verða fultteknaðar.
– Vit eru sera fegin um, at vit skjótt kunnu hava barnalegur aftur, og tað sær út til, at fólk eisini eru sera spent at møtast um spæl, hugna, vinir og tað besta vit eiga, nemliga Jesus, sigur Erla Mortensen, samskipari.


Hon leggur afturat, at sjálvt um onkur lega longu er fullteknað, so er ein góður møguleiki at koma á spennandi legu í Porkeri og Sørvági sum er fyri 2. til 5. Flokk og vælumtóktu og Wildlife leguna, sum er fyri 7. Og 8. Flokk.

LES EISINI  Konsertummæli: Barnasangfagnaðurin 2019

Umframt summarlegurnar, so verður eisini árliga familjulegan á skránni 23.-26. Juli. Nærri kunning við skrá og tilmelding um hesa legu kemur seinni