Góð uppmøting til høvuðsreingerð í Leguhúsinum
Fyrrakvøldið vóru 34 fólk í Nesvík og hjálptu við at gera reint um alt húsið. Hetta var í samband við, at øll vindeygu í gamla partinum av Leguhúsinum í Nesvík eru skift, og at húsið skal vera reint, tá virksemi byrjar aftur í januar.
Góða uppmøtingin merkti, at nærum alt húsið er reint. Restin verður gjørt áðrenn jól, so leguhúsið er reint, tá jólini koma.
Nærum øll vindeygu eru skift, og tað merkist væl á hitanum í húsinum. Nøkur smá vindeygu mangla, umframt at vindeygakarmar skulu gerast. Hetta verður gjørt í januar.