Góð uppmøting til PODAS landsstevnuna 2022
Týskvøldið 25. oktobur kl. 18.30 skipaði PODAS fyri Landsstevnu í Gøtu kirkju.
Umleið 85 fólk høvdu leitað sær til Gøtu kirkju hetta heystkvøldið og tey komu úr Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og av Sandoynni.
Sverri Steinhólm, næstformaður í stýrinum fyri PODAS, bjóðaði vælkomin og bað eina bøn.
Atli Rasmussen, stýrislimur, ið leiddi kvøldið, greiddi frá um skránna.
Eftir felagssangin: “Alvalds Gud vit prísa tær”, varð borðreitt við góðum nátturða við smyrjibreyði. Stundir vóru eisini til eitt gott prát og at heilsa uppá vinir og kenningar.
Manskórið í Thabor í Fuglafirði sang tveir sangir. So fekk Alfred Olsen orðið og talaði um evnið: “Nehemia á okkara døgum.” Ein álvarsom tala við áminning til okkum trúgvandi nú á døgum.
Eftir felagssangin: “Kristi hermenn, síggið merkið”, hevði Ásbjørn Jacobsen, aðalskrivari, frágreiðing um arbeiðið, har hann m.a. nevndi, at 81 næmingar ganga í PODAS hetta skúlaárið 2022-2023.
So var stuttur steðgur og høvið var at fáa sær kaffi/te og smákøkur. Eftir steðgin sang Manskórið í Thabor og Hannis Hansen.
“Gud er góður í viðgongd og mótgongd” var evnið í samrøðu, Ásbjørn Jacobsen hevði við Eilin og Eyðun Andreasen.
Bergur Debes Joensen, stýrisformaður og skúlaleiðari fyri PODAS, endaði kvøldið, segði nøkur orð og takkaði fyri eina góða Landsstevnu, bað eina bøn og lýsti signingina.
Kelda: podas.fo