Góðveðursmyndir

Sigvald, húsavørurin í Nesvík, var úti og tók myndir í góðveðrinum í gjár. Børn vóru komin at stuttleika sær í sólini og arbeiðsfólk arbeiddu uppá nýggja spæliplássið. Sum sæst, gongur tað framá við arbeiðinum. Vit gleða okkum at síggja hvussu tað fer at síggja út, tá ið arbeiðið verður liðugt.