GOMUL GÓÐ TÍÐINDI
Gomul, góð, sonn og til allar tíðir aktuel tíðindi.
Í eini tíð, har vit ofta gerast ørkymlað og kedd um nýggjastu tíðindini og har trupult kann vera at taka dagar ímillum satt og ósatt, eru bestu tíðindini:
“»Hann tók ilskur várar, og sjúkur várar bar hann.«“
Matt.8,17
Hetta hendi í tí tíðini, tá ið kristindómurin enn stóð sterkur millum fólkið.
Tennyson, lordur, ein kendur maður í Onglandi, helt páskir í eini lítlari bygd har í landinum. Har møtti hann eini konu og spurdi hana: “Veitst tú nøkur tíðindi?”
“Jú”, svaraði hon, “einastu tíðindini, eg veit at siga tygum, eru, at Kristus doyði fyri mínar syndir.”
Tennyson svaraði : “Hatta eru gomul tíðindi, góð tíðindi og nýggj tíðindi.”