Gott at møta stýrislimum úr øllum landinum

Í gjárskvøldið var sokallaði formansfundurin í Meinigheitshúsinum í Havn. Hetta er árligt høvi, har leiðslan í Kirkjuligu Heimamissiónini bjóðar leiðslunum í missiónsheitshúsum um landið til óformligan fund, og nógvir stýrislimir tóku av innbjóðingini.

Á skránni fyri fundin vóru tvey týdningarmikil og spennandi mál: Kristni næstakærleikin og fígging til at seta tveir nýggjar trúboðarar.

Byrjað varð uppi á, har ein sangur varð sungin. Síðani legði Símun P. Jacobsen, formaður, fyri við nøkrum tankum um kristna næstakærleikan. Øll fingu ein lepa í part, har tey kundu skriva nøkur uppskot niður, hvussu vit kunnu vísa hendan kærleika í okkara gerandisdegi, bæði sum einstaklingar og sum samkoma.
So var orðaskifti um evnið. Fleiri tóku orðið og komu við nógvum góðum hugskotum um, hvussu hetta kundi fremjast í verki.

Eftir hetta var farið niður undir, har góður døgurði var. Tá ið øll høvdu etið, so var seinna punktið á fundinum tikið fram. Ovi Brim, høvuðsstýrislimur, legði fyri við at greiða frá, hvørjir tankarnir eru, og hvat skal til fyri at seta ein nýggjan trúboðara.

LES EISINI  Nú er skrivstovulærlingur settur

Síðani var orðaskiftið um evnið. Undirtøkan fyri at fáa nýggjar trúboðarar í lønta tænastu var góð, og tað varð víst á fleiri øki, har brúk kundi verið fyri trúboðarum. Eitt nú varð peikað á Havnina. Ein møguligur trúboðari kundi eisini havt sum part av sínum starvi at arbeiða fyri nýggja netmiðilin hjá Heimamissiónini.

Fundurin endaði, við at Andrias Magnussen, aðalskrivari, bað eina bøn.

Eitt sera gott og gevandi kvøld við hugna og góðum samskifti. Fleiri høvdu á orði, at tað er gott við einum slíkum høvi. Bæði at møta leiðsluni fyri landsarbeiðið og øðrum stýrislimum um landið.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina