Gott prát millum stýrini

Mikukvøldið hitti høvuðsstýrið tey staðbundnu stýrini í Meingheitshúsinum í Havn fyri at kjakast um missiónsarbeiðið.

Tosað varð bæði um avbjóðingar í teimum staðbundnu samkomunum og kring landið, har fleiri lutaðu sínar tankar. Enn manglar ein stórur partur at fíggja starvsfólkini, sum vórðu sett við ársbyrjan, og tí varð eisini tosað um ymiskar avbjóðingar og royndir við at savna pening inn.

Aftaná fekk Carsten Fonsdal Mikkelsen frá Trúboðanum orðið, og hann greiddi frá um missiónsarbeiðið á Trúboðanum. Stórur partur av frágreiðingini snúði seg um stórmøtið, sum skal sendast á Trúboðanum, tá tað í ár ikki ber til at savna 1000 fólk í einum høli. Carsten greiddi frá um nakrar av tonkunum um at skapa eitt ógloymandi stórmøti merkt av nærleika og samveru, hóast tað verður á netinum. Fleiri høvdu eisini góð hugskot at leggja afturat.

Eftir náttverðan fingu øll stýrini møguleikan at greiða frá, hvussu og hvørjum tey arbeiddu við. Eftir at hava hoyrt tey mongu innsløgini merkist, at Gud virkar á óteljandi ymiskar mátar. Summi uppliva, at tað er sunnudagsskúlin, ið er lykilin til at boða, meðan onnur leggja størri dent á kór ella sunnukvøldsmøtið. Onkustaðni arbeiða stýrini í løtuni við grundleggjandi broytingum í teirra arbeiði fyri at passa tað til teir møguleikarnar og tørvini, sum eru í løtuni.

LES EISINI  Samandráttur frá høvuðsstýrisfundi 31. august

Síðsta punkt á skránni var kjak um sunnukvøldsmøtini. Summi meina, at tað eru ov nógv tiltøk á skránni hvønn sunnudag. Við gudstænastu, sunnudagsskúla og møti er tað trupult at fáa sunnudagarnar at hanga saman í familjunum. Tað vísti seg at vera ein avbjóðing fyri fleiri. Summi hava roynt við ymiskum møtitíðspunktum, men uttan heilt at finna eina loysn. Tað bleiv ein áhugaverd samtala, sum gav luttakarunum nógv at hugsa um.

Fundurin við stýrini er eina ferð um árið og hevur vanligt luttøku úr øllum landinum. Í ár vóru tó eingin umboð av Suðuroynni, tí høvuðsstýrið hitti tey stýrini mánadagin.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina