Gøtu kirkju ungdómskór hevur tvær summarkonsertir

Sunnudagin 23. juni hevur Gøtu kirkju ungdómskór tvær konsertir:

Klokkan 16:00 í Vestmanna kirkju og
klokkan 19:30 í Gøtu kirkju.

Á konsertini fer kórið at framføra eina fjølbroytta og krevjandi skrá, sum fevnir um alt frá flottum afrikanskum spirituals til dupultkór eftir Johannes Brahms, veit heimasíðan hjá fólkakirkjuni at siga.

Kórið hevur havt eitt sera virkið vár og hevur eisini fingið fleiri heiðurslønir, millum annað á føroyska kórfestivalinum í Løkshøll í Runavík.

Konsertirnar eru ein týðandi liður í fyrireikingunum til stóra týska Johannes Brahms-kórfestivalin í Týsklandi 2.-8. juli, har kórið fer at luttaka í trimum ymiskum kategorium.

Báðar konsertirnar eru ókeypis, men høvi verður at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum. Kórið vónar, at mong vilja vera við hesar løturnar saman við kórinum. Eftir konsertina í Gøtu kirkju verður bjóðað til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina