Grønlandstoymið farið avstað
Í morgun fór Grønlandstoymið hjá Heimamissiónini avstað. Fyrst gongur leiðin til Íslands og so víðari til Grønlands í morgin.
Hetta er áttinda árið á rað, at eitt toymið frá Heimamissiónini fer til Nuuk at syngja og boða Guds orð. Toymið býr á Sjómansheiminum í Nuuk og kemur at arbeiða í og út frá heiminum.
Eins og undanfarnu ár, kemur toymið at virka við á andaktum og bíbliutímum á sjómansheiminum. Harafturat kemur toymið at vitja kirkjur og samkomur, fangahúsið, ellisheim, sjúkrahúsið, … og at vitja umborð á skip sum koma inn í Nuuk.
Í ár eru 10 fólk við í toyminum, sum verður aftur í Føroyum 22. august.
Toymið takkar bæði fyri stuðul og forbøn.