Grønlandstoymið komið til Nuuk

Fríggjadagin, 7. august, kom grønlandstoymið hjá Sjómansmissiónini til Nuuk. Hetta er ellinta árið á rað, at eitt toymið frá Heimamissiónini/Sjómansmissiónini vitjar grønlendska høvuðsstaðin. Endamálið við ferðini, er at boða Guds orð gjøgnum orð, sang og vitjanir og at stimbra fólk,sum samlast um Jesus og sum standa í kristiliga arbeiðinum.

Toymið býr á sjómansheiminum, har tey, millum annað, hava morgunandaktir kl.09.45 og bíbliutíma fríggjakvøldið 14. aug. Avtala er gjørd við ellisheim, fangahúsið, Kofoed skole og onnur støð um vitjanir. Vitjað verður eisini umborð á skip og bátar og inn í ymisk heim.

Tað er hugaligt at uppliva, at nógvar hurðar eru opnar fyri vitjan, hóast fólk ikki sleppa at vitja inn á sjúkrahúsið vegna koronuvandan. Tí fær toymið ikki vitjað á sjúkrahúsinum, sum tað annars mangan hevur gjørt.

Toymið verður í Nuuk til leygardagin 15. august, tá flogið verður til Íslands.
Sunnudagin 16. august hevur toymið møti á Ørkini í Reykjavík kl.16.00. og verður aftur í Føroyum mánadagin 17. august.

LES EISINI  Góð missiónsferð hjá Grønlandstoyminum

Toymið takkar fyri forbøn og fígggjarligan stuðul, so ferðin var gjørlig aftur í ár.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina