Grønlandstoymið sleppur ikki avstað

Hvørt summar, síðani 2010, hevur eitt toymi frá Føroysku sjómansmissiónini/Heimamissiónini vitjað í Nuuk í umleið 10 dagar. Limirnir í toyminum hava búð á sjómansheiminum og havt ymiskar missiónsuppgávur á heiminum, á ellisheimum, sjúkrahúsinum, fangahúsinum, í kirkjum og samkomum og havt andaktir umborð á skipum við meira.

Ætlanin var eisini at fara avstað aftur í ár, og ferðin skuldi verða frá 22. mai til 3. juni.
Vegna koronasmittuna og tey fyrivarni, sum eru galdandi bæði í Føroyum og í Grønlandi, sleppur toymið ikki avstað í mai.
Ivasamt er, um tað verður gjørligt seinni í ár, so kanska verður ferðin ikki fyrr enn komandi ár. Toymið harmast yvir støðuna, men fær einki gjørt við hana. Toymið er í samskifti við ferðaskrivstovu viðvíkjandi ferðaseðlunum.
Toymið takkar fyri fíggjarligan stuðul til ferðina, fyri forbøn – eisini fyri grønlendska fólkinum.

LES EISINI  Góð móttøka og nóg mikð at gera
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina