Gud hevur verið trúgvur

– Gud hevur verið trúgvur og hildið lyfti síni. Tað havi eg upplivað, bæði teir løttu og góðu dagarnar, og gjøgnum teir tungu dagarnar í mínum langa lívið. Tað sigur 95 ára gamla Hjørdis Hansen úr Tjørnuvík, sum nú býr á Ellisheiminum Mørkini í Streymnesi.

– Trúgvin á Gud hevur verið ein stór signing í lívinum. Eg havi kent gleði og signing í trúnni, samstundis sum eg havi fingið loyvið at tænt Gudi á ymiskan hátt.
Sjómansmissiónin hevur altíð ligið mær á hjartað, og av góðum grundum. Bæði pápi og beiggjarnir vóru sjómenn. Tá eg varð fermd í 1939 vóru bæði pápi og eldru beiggjarnir til fiskiskap í Grønlandi, sigur hon.

– Eg havi verið við í sjómanskvinnuringinum í Tjørnuvík, og nú eg búgvi á Mørkini, og sjómanskvinnuringurin í Hvalvík/Streymnesi savnast her, so eri eg við, sigur Hjørdis.

– Guds ríki hevur tørv á trúgvum tænarum, eisini sum forbiðjarar og fíggjarligir stuðlar. Eg havi roynt at biðið fyri mær, mínum og fyri arbeiðinum í Guds ríki, og so havi eg eitt oyra við til arbeiðið, tá vit savnast, sigur hon.

LES EISINI  Var vitni í gerandisdegnum...

– Nú eru árini mong, so nú verður tað neyvan leingi til eg fái ferðaboð. Eg gleði meg at koma heim til Jesus og í dýrdina, og hitta tey aftur, sum fóru herfrá í trúnni á Jesus, sigur Hjørdis.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina