Gud kann hjálpa tær við tínum samleikatrupulleikum

Arianna var í djúpari kreppu og hataði seg sjálva sum transmaður. Nú sigur hon milliónum gjøgnum TikTok, hvussu hon fekk hjálp til at góðtaka, at Gud hevur skapt hana sum ein genta.

Arianna Armour, sum fyrr var transmaðurin, ”James”, sigur nú milliónum av fylgjarum  á sosialu miðlunum um Jesus.
Boðskapurin hjá Arianna Armours er, at Gud kann ”taka burtur homoseksuella tráan og kynsdysfori” hjá menniskjum, ið berjast við teirra samleika. Hon hevur sjálv upplivað, at Gud setti hana í frælsi eftir, at hon í 14 ár hevði livað sum lesbisk og identifiserað  seg sjálva sum ein mann við navninum, ”James”. Nú brennur hon fyri at luta sín vitnisburð við fólk í LGBTQ-samfelagnum, skrivar CBN.com.

Ein  neyðugur vitnisburður

“Tað eru fólk, ið hava ein tørv fyri at hoyra tað, eg havi at siga,” heldur hon,” Biologisku foreldur Ariannes vóru rúsevnismisnýtarar, men hon varð ættleidd av eini kristnari familju í 2005. Longu sum 7 ára gomul kendi hon seg sum lesbiska, og hóast hon vaks upp við kirkjugongd, so kendi hon ikki Jesus.

Arianna Armour

Aftaná at hava livað sum lesbisk í 14 ár og identifiserað seg sum ”James” í tvey ár, greiðir Arianna Armour nú á YouTube & Instagram um sína trúgv á Jesus, og hvussu hon nú hevur funnið frið í tankanum um, at ”Gud ikki skapti hana sum eina gentu sum eitt mistak og eitt brek.”

”Eg var LGBTQ’ari í 16 ár. Eg var lesbisk í 14 ár og transkynd í tvey ár, hóast eg vaks upp í eini trúgvandi kristnari familju, greiðir hon frá í einum videobroti. ”Tú fert í kirkju eina ferð um vikuna, og tú letur teg í stívasta galla og hoyrir prædikuna hjá presti, og tosar eitt sindur saman og fer síðan heim og livir lívið, sum tú sjálv vilt tað teir næstu seks dagarnar.”

At enda vendi Arianna ryggin heilt til kristindómin. ”Øll vóru følsk og ónd,” sigur hon á sosialu miðlunum.

Hataði seg sjálva

Arianna hevur á leiðini stríðst við bæði ótta og tunglyndi og hevur rætt og slætt hatað seg sjálva. ”Eg spurdi Gud: ”Hví skapti tú meg sum ein genta? Hví kundi eg ikki verið fødd sum ein drongur? Tað vóru fyrstu ábendingarnar uppá ”anda Jezabels” í mínum lívi. Fíggindin kundi ikki forða fyri, at eg varð fødd, so hann mátti royna okkurt annað. Hann sendi demonir inn í mítt lív frá ungum aldri av,” sigur Arianna í einum videobroti.

Tá Arianna valdi at gerast ”James”, gav hon sær sjálvari innspræningar av testosteron og pumpaði jarn í fitnessdeplinum. ”Devilin stjól mín samleika frá mær. Tí mitt í øllum hesum kendi eg støðugt eina stóra sorg,” greiðir hon víðari frá.

Sum 17 ára gomul høvdu demonarnir sannført Ariannu um, at Gud skapti hana sum eina gentu av misgávum. ”Men Gud mistekur seg ikki,” leggur hon dent á nú. Men í sínum ruðulleika valdi hon tá at gerast ”James”, og sambært Godreports.com, gav hon sær sjálvari innspræningar  av testosteron og pumpaði jarn í fitnessdeplinum.

”Hin óndi stjól mín samleika frá mær, greiðir hon frá. Tí mitt í øllum hesum kendi eg allatíðina stóra sorg.” Eg var heilt ”lost”. Eg var tunglynt og óttafull, og eg tók tablettir. Eg gjørdi rætt og slætt alt fyri at kunna úthalda tað, eg hevði verið ígjøgnum.” greiðir hon frá í einum øðrum videobroti og leggur afturat: ”Rúsevni, rúsdrekka, eg hevði roynt tað alt samalt.”

’Eg valdi at fylgja Kristusi eftir’

Men alt hetta broyttist í 2019, tá Arianna  varð bjóðað við til eina ráðstevnu, sum varð skipað av The Supernatural Life í Altamonte Springs, Florida. “Tá eg møtti Jesusi í 2019, var eg enn ein transmaður.  Eg hevði eina løgna uppliving og har fóru løgnar hendingar fram og eg gjørdist greið um, at eg mátti læra Jesus at kenna. Ikki átrúnað, men Jesus, greiðir Arianna frá. ”So í eitt samfult ár leitaði eg eftir Jesusi, hóast eg enn var trans.”

Hetta tíðarskeiðið søkti hon Gud bæði gjøgnum bøn og við at lesa í Bíbliuna. ”At enda gjørdist tað til eitt tilvitað val. Eg valdi at fylgja Kristusi, greiðir hon frá. Í september 2020 gav Arianna seg yvir til Guds.

“Eg var til reiðar at sleppa øllum hesum, sum hevði bundið meg og stolið mín samleika. Eg var til reiðar at gerast tað, eg eri, tí Gud skapti meg við einum endamáli, og eg var móð at hyggja at mínum kroppi og hugsa, at tað var eitt mistak. Eg var móð av at ganga runt við boygdum høvdi og at hata meg sjálva,” greiddi hon frá í 2020.

Lívið vísir trúnna

Nú hava fólk í milliónatali hoyrt søguna hjá Ariannu á TikTok. Fyri stuttum hevur hon lutað ein boðskap til onnur um, at hóast nógvir LGBTQ’arar søkja Gud og átrúnað, so siga hennara egnu royndir, at tað ikki er gjørligt bæði at vera ein LGBTQ’ari og ein kristin. Armour greiðir frá, at meðan hon var ”James”, ætlaði hon sær at lesa Bíbliuna, fara í kirkju og biðja, men hon sá seg ikki sum verandi ein kristin, men heldur sum ein LGBTQ’ari, ið søkti Jesus.

”Hví? Tí eg ikki angraði. Eg avnoktaði ikki meg sjálva. Eg fylgdi ikki Jesusi, eg søkti hann bara,” sigur hon. ”Eg elskaði Jesus, og eg haldi, tú kanst vera LGBTQ’ari og elska Jesus. Eg trúgvi, tú kanst vera ein syndari og elska Jesus, men eg trúgvi ikki, tú kanst vera ein syndari og samstundis ein sannur kristin. Eg trúgvi ikki, tú kanst vera ein LGBTQ’ari og samstundis ein kristin, tí ein kristin er ikki bert ein, ið sigur, ”eg trúgvi”. Ein kristin er í sannleika ein, ið livir eftir tí. Ein kristin er í veruleikanum ein lærusveinur hjá Jesusi Kristusi,” greiðir hon frá.

”Jesus segði ikki, at vit bara skuldu halda á at liva okkara synduga lív og so fór alt at gerast gott… Eg meini, hvat hevði so verið meiningin við tí, at hann skuldi doyggja? Tað er ikki í lagi, og hann sigur okkum øllum, sama um vit eru hetero- ella samkynd, at vit eiga at angra og venda um frá syndum okkara” skoytir hon uppí. ”Eg valdi at fylgja Jesusi øll sum eg var, og gav up LGBT-lívsstílin,” leggur Arianna at enda afturat.
Udfordringen: Bodil lanting

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina