Gud leggur meira á teg, enn tú megnar at bera

Viðhvørt kunnu kristin koma við teimum løgnastu útsagnunum, tá ið tey royna at ugga tey, sum líða. Hvat skalt tú siga við hann ella hana, har lívið er við at detta sundur? Tá tú einans hevur nakrar fáar dýrabarar minuttir saman við einum, sum hevur mist arbeiðið, húsini, hjúnafelagan, eitt barn, ella alla meining í lívinum; hvussu troystar tú tey?

Mitch Chase skrivar:

Tað er ofta lættari hjá okkum at koma við onkrum vanabundnum vísdómsorði heldur enn eini heilsan úr Bíbliuni. Tí siga vit ofta nakað soleiðis: “Óttast ikki, hetta hevði ikki hent tær, um Gud ikki helt, at tú megnaði at bera hetta.” Tann líðandi kann møguliga yppa øksl, taka seg um høvdið ella okkurt tílíkt, men tú heldur fram. “Jú, álvara, Bíblian lovar okkum, at Gud ongantíð leggur meira á okkum, enn vit megna at bera.” Har var tað aftur! Vanabundin vísdómsorð, sum verða ílatin bíbilskar sannleikar, og harvið hevur tú lovað nakað, sum Bíblian ongantíð lovar.

Freistingar ella roynslur

Í Fyrra Korintbrævi 10 skrivar Paulus ápostul: “Tykkum hevur ikki onnur freisting verið fyri enn menniskjulig; men Gud er trúfastur, sum ikki vil loyva, at tit verða freistaðir út um tað, tit orka; men sum saman við freistingini eisini vil gera útgongdina út úr henni, so at tit kunnu halda tað út.”

Her nemur Paulus við eitt nágreiniligt evni. Hann umrøður freistingar, ið eru sum ein fella, sum roynir at lokka okkum út í synd. Við at nýta eina mynd, sum ein veiðumaður kann skilja, so royndi Gud at ávara Káin um at… “tá liggur syndin fyri durunum og tráar eftir tær; men tú eigur at vinna á henni!” (1 Mós 4,7b). Syndin tráar eftir okkum, men Gud er trúfastur. Syndin roynir at vinna á okkum, men ein náðifullur útvegur er. Syndin lokkar og dregur, men fyri ein trúgvandi – Gud havi lov – so ber til at standa ímóti syndini.

Um onkur brúkar orðini hjá Paulusi, ið eru søgd um freisting, sum svar til spurningin um líðing, so sært tú, hvaðani útsøgnin stavar: “Gud leggur ikki meira á teg, enn tú megnar at bera.” Eg ivist ikki í, at fólk meina tað væl, tá ið tey siga hetta, men tað er bara ikki nóg mikið. Vinirnir hjá Job royndu eisini at siga honum tað rætta.

LES EISINI  Um Gud er til, hví er so nógv líðing og óndskapur í heiminum?

Tað dupulta mistakið

Tað eru í øllum førum tvey mistøk við óbíbilsku útsøgnini “Gud leggur ikki meira á teg, enn tú megnar at bera”. Fyri tað fyrsta, so er hendan útsøgn tongd at einari mentanarligari fatan av rættvísi. Harumframt, so er hon við til at fáa tann líðandi at hyggja inneftir heldur enn uppeftir – til Guds.

1. Roynslur, sum eru… rættvísar?

Um tú biður børn tíni bera kassar út í bilin, so hugsar tú um vektina og støddina á kassunum í mun til aldurin á børnunum. Tú ansar eftir teirra ørmum og ryggi, soleiðis at tey ikki ovtaka seg, og somuleiðis at tey ikki detta og fáa skaða. Um tú ikki gjørdi hendan mun, so hevði tað verið órættvíst. Útsøgnin “Gud leggur ikki meira á teg, enn tú megnar at bera” leggur upp til rættvísi, sum vit beinanvegin kunnu kenna okkum aftur í. Tað er okkurt hugvekjandi við hesum, at alt er í javnvág og at Gud veit, hvat vit megna, og at hann einans loyvir roynslum, sum samsvara tí, vit megna.

Men hesin tankin um rættvísi hevur ein stóran trupulleika, tí Gud hevur longu verið órættvísur. Hann fer ikki við okkum eftir syndum okkara, men eftir síni miklu miskunn og náði. Hann hevur víst tol, fyrigeving, náði og endaleysan kærleika ímóti okkum. Gud letur sólina rísa, og hann letur tað regna bæði yvir rættvís og órættvís (Matt 5,45). Gud er langt omanfyri okkara fatan av rættvísi og órættvísi, og vit hava ongan møguleika at eftirmeta hansara avgerðir og hansara vilja. Guds vegir eru ikki bundnir av mentanarligum rættvísistankum.

2. Megin… innanífrá?

Roynslur og mótgongd spyrja ikki eftir, um tú ert klár ella klárur. Tær kunnu koma krúpandi ella bresta sum ein bumba, men tær spyrja ongantíð um loyvi, og tær leggja einki í, um tað passar inn ella ikki.

Tað finst ongin lagalig løta, har lív títt kann verða vent á høvdið.

Men útsøgnin “Gud leggur ikki meira á teg, enn tú megnar at bera” sigur mær, at eg megni tað, sum krevst. Hon sigur, at eg klári alt tað, sum møtir mær. Hon sigur, at Gud loyvir roynslur og mótgongd, sum eru í tráð við míni egnu evni at halda út. Hvat heldur tú, at hesin vanabundni vísdómurin ger? Jú, hann peikar inneftir.

Men Bíblian peikar okkum uppeftir – til Guds. Sum sálmaskaldið sigur: “Gud er okkum vernd og verja, ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur. Tí óttast vit ei, um so jørðin verður umskift, um so fjøllini ryðja í havdýpið oman, um so havaldan sjóðar og brýtur, og bergið í ódnini skelvur. Harrin er við okkum, herskaranna Gud, Jákups Gud er vár fasta borg” (Sl 46,2-4). Tá ið vit eru um at hokna undir stórum byrðum, so finna vit ikki svarið inni í okkum sjálvum. Gud… “gevur hinum maktaða megi og hinum máttleysa mikla styrki” (Jes 40,29). Hjálpin kemur frá honum, til teirra, sum bíða eftir honum.

Hvagar leiða roynslurnar okkum?

Roynslur kunnu vera so sera ymiskar, men tær hava ikki til endamáls at vísa okkum, hvussu nógv vit klára ella hvussu røsk vit eru. Av tí at vit liva í einum falnum heimi við falnum menniskjum, so kunnu vit møta roynslum og líðingum, sum eru nógv meir, enn vit klára at bera. Og tá ið roynslur og líðingar koma, lat okkum so vera greið yvir, at vit hava ikki tað, sum skal til. Gud leggur meira á okkum, enn vit megna at bera – men ikki meira, enn hann megnar at bera.

LES EISINI  Prestur kendi seg vónbrotnan í turkiskum fongsli

Sálmaskaldið spyr: “Hvaðani kemur mín hjálp?” (Sl 121,1), og vit mugu vera til reiðar at svara, soleiðis sum hann svarar. Vit mugu trúgva og vita, at… “Hjálp mín frá Harranum kemur, skapara himmals og jarðar” (Sl 121,2). Tá ið vit møta roynslum, so lít á Gud, og at hjálpin kemur frá honum. Hesi tíðindi eru góð tíðindi hjá teimum, sum líða og hava tað tungt, tí hesi orð eru sannleiki um Gud heldur enn lygnir um okkum sjálv.

Paulus minnist aftur á eina tíð, tá ið Gud legði tyngri byrðar á hann, enn hann megnaði at bera.

Í Seinna Korintbrævi skrivar hann: “Tí at vit vilja ikki, brøður, at tit ikki skulu vita um ta trongd, sum okkum var fyri í Ásiu, at vit vórðu ógvuliga hart niðurtyngdir, meira enn vit vóru mentir, so at vit eisini ivaðust um lívið” (2 Kor 1,8). Paulus og felagar hansara høvdu verið í støðum, sum vóru langt omanfyri tað, sum teir megnaðu at bera: “Ja, sjálvir høvdu vit avsagt deyðadómin fyri okkum sjálvum” (2 Kor 1,9).

LES EISINI  "Ein kirkja, sum er nærverandi í líðing og sorg hjá menniskjum, er livandi og verður ikki eitt forngripasavn"

Síðani gevur Paulus okkum innlit í sítt vónloysi. Hví legði Gud meira á Paulus og hansara felagar, enn teir megnaðu at bera? “Fyri at vit ikki skuldu líta á okkum sjálvar, men á Gud, sum reisir upp hini deyðu” (2 Kor 1,9). Gud leggur meira á teg, enn tú megnar at bera, fyri at hansara máttur má skína ígjøgnum í tínum lívi, tí at ein størri tyngd av dýrd bíðar okkum. “Tí at trongd okkara, sum er stokkut og lætt, virkar okkum út um alt mark og mát eina æviga tyngd av dýrd” (2 Kor 4,17).

Tú heldur møguliga ikki, at stórar roynslur og líðingar eru “stokkutar” og “lættar”, men hugsa um tínar roynslur í ævinleikans ljósi. Mitt í øllum mótburði og trongsli, so kann tað vera sera trupult at hava ævinleikan fyri eygum. Paulus roynir ikki at lítisgera tínar byrðar, men hann roynir at geva tær eitt rætt og stórt sjónarhorn.

Líðingar og roynslur fáa ikki seinasta orðið í Bíbliuni. Í hesum lívi leggur Gud meira á teg, enn tú megnar at bera, men tann æviga tyngdin av dýrd verður nógv størri, enn tú kanst ímynda tær.

 

Andrias Magnussen týddi frá The Gospel Coalition

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina