Guð sendi trý ára gomlu dóttrina at vakja meg andaliga!

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Vitnisburðurin er ein persónlig uppliving og umboðar sjónarmiðini hjá tí, sum hevur skrivað.

– Guð sendi trý ára gomlu dóttrina at vakja meg andaliga!

Í filmsbrotinum fortelur Ólavur Jacobsen, Trúboðari, ein vitnisburð. Tann fríi vitnisburðurin hevur djúpar røtur í Heimamissiónini.

Við okkara vitnisburði kunnu vit siga øðrum, hvat Jesus hevur gjørt fyri okkum, og hvat hann framhaldandi ger í okkara lívi. Vit kunnu takka honum fyri, at hann hevur frelst okkum, og at hann gongur við okkara lið og leiðir okkum fram. Ja, ein vitnisburður um Jesus kann vera so nógv ymiskt. Tað kann eisini vera eitt bíbliuvers ella møguliga ein sangur, sum tú ert serliga glað/ur fyri.

Hevur tú eisini ein vitnisburð, sum tú vilt deila við okkum? Hóast tað ikki er møguligt at vitna á nøkrum møti í løtuni, vilja vit feðin geva tær møguleikan at fortelja tín vitnisburð, so lat okkum frætta frá tær.
Tú kanst t.d. nýta fartelefonina og senda okkum vitnisburðin sum video ella ljóð. Tað er eisini møguligt at senda okkum ein skrivligan vitnisburð. Lat ikki málsliga innihaldið forða tær, tí vit hava fólk, sum rættlesa vitnisburðin, áðrenn hann fer út.

Vitnisburðurin kann sendast okkum á trubodin@mission.fo