Gudaroyndin á Karmel

Andakt hildin í Hólmahúsinum 11.09.2021 í sambandi við marknaðardagin fyri missiónshúsið Karmel

“Tá fell eldur Harrans niður og oyddi brenniofrið, brenniviðin, steinarnar, ja eisini vatnið í veitini turkaði hann upp. Men tá ið alt fólkið sá hetta, fullu tey fram eftir rommum og søgdu: “Harrin er Guð! Harrin er Guð!”.

1 Kong 18,38-39

Her lesa vit um, hvussu profeturin Elias bjóðar Báalsprofetunum av til eina gudaroynd uppi á fjallinum Karmel, sum okkara missiónshús eisini er uppkallað eftir.

Báal var hin mest virdi gudurin í Kánáan. Hann var myndaður eftir einum tarvi, sum var eitt symbol uppá styrki og vakstrardygd. Ísraelittarnir fullu ferð eftir ferð fyri freistingini til at dyrka Báal, har skøkjulevnaður t.d. eisini var ein fastur táttur. Hesin avgudurin var altso ein endurspegling av girndini eftir valdi og kynsligumólevnaði. 

Elias var einsamallur ímóti 450 Báalsprofetum, men sannleikin er ikki altíð har, sum fjøldin er. Hetta kom eisini til sjóndar, tá ið gudaroyndin á Karmel var liðug, og Gud hevði opinberað seg sum tann eina sanna Gud fyri øllum teimum mongu menniskjunum, sum fylgdu avgudinum Báal.

LES EISINI  Stórar ætlanir á Eiði

Elias hevði eitt altar til Harran. Báalsprofetarnir høvdu teirra altar. Elias rópaði á Harran. Báalsprofetarnir rópaðu á Báal. Tað var bara ein, sum svaraði. Og tað verður eisini altíð bara ein, sum svarar, tí at tað er bara ein Gud. So er spurningurin, um vit rópa á hin eina og sanna Gud, ella um vit rópa út í tóma luft. Hetta er eisini tað, sum Bíblian hjálpir okkum við. Hon vísir okkum, hvønn vit skulu rópa á. “Og tað skal verða, at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur” (Áps 2,21).

Líkasum á Eliasar døgum, standa tú og eg so at siga eisini uppi á okkara egna Karmel og við okkara egnu gudaroynd. Í dag eru tað jú eisini sera nógvar røddir, ið vilja leiða okkum burtur frá Gudi. Hvat gera vit við allar hesar røddirnar? Og hvat gera vit við Gud, tá ið á stendur? Ákalla vit hann, líkasum Elia gjørdi? Ella lata vit okkum draga og lokka burtur frá Gudi og samfelagnum við hann?

LES EISINI  Familjugudstænasta í dýrdarveðri

Okkara missiónshús, Karmel, varð vígt fyri mongum árum síðani av Buhl Nielsen, sóknarpresti, í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans til at verða eitt Guds hús. Hetta húsið stendur fyri øllum tí, sum profeturin Elia eisini stóð fyri har uppi á fjallinum Karmel. Og í okkara egna missiónshúsi Karmel hava vit savnast ár eftir ár fyri at gera júst tað sama, sum profeturin gjørdi á sinni: Vit ákalla Harran, sum hoyrir okkara bønir, og sum bæði vil og kann koma okkum til hjálpar og geva okkum syndanna fyrigeving og ævigt lív í Jesusi – hann, sum sjálvur gekk niðan til Jerúsalem og allan vegin upp á krossin á Golgata fyri at bjarga tær og mær.

Á krossinum varð tann størsti sigurin vunnin – ein sigur, sum vit savnast um eisini í dag, bæði í kirkju og í missiónshúsi, tí at eisini vit hava sannað hetta, sum tey sannaðu uppi á fjallinum Karmel: “Harrin er Guð! Harrin er Guð!” 

LES EISINI  Missiónshúsið Karmel á Eiði 85 ár: Sjómansmøti og føðingardagur leygarkvøldið

Eg vil enda við at endurgeva nøkur orð, sum Hans Jacob Ellingsgaard, trúboðari, yrkti í 1959:

Á Karmels fjalli stríðið stóð
millum Gud og aðrar gudar.
Har prógvaði hann, ið eftir stóð,
at Gud var Gud til fulnar.

Húsið Karmel er bygt sum altar til Gud,
har menniskju koma saman
at vitna um hann, teimum fall í lut,
við hjartans frøði og gaman.

Bøn

Harri, vit biðja enn einaferð um tína signing yvir missiónshúsið Karmel, sum varð vígt í tínum navni til at vera eitt Guds hús, og vit biðja teg um, at tú áhaldandi mást signa tað, soleiðis at vit áhaldandi eisini kunnu savnast í Karmel við hjartans frøði og gaman vegna alt tað, sum tú hevur gjørt fyri okkum. Amen.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina