Guds børn treingja at verða ald upp.

Tí at Guds náði er vorðin opinberað til frelsu fyri allar menniskjur, og hon uppsiðar okkum til at avnokta gudloysið og hinar veraldarligu girndirnar.

Tit 2,11

Guds børn treingja eins og onnur børn at verða ald upp. Tá ið vit vórðu doypt, vórðu vit gjørd til Jesu lærusveinar, tað er, at vit fóru í hansara skúla. Tað er tað størsta eitt menniskja kann gerast, vinur við Pætur, Jákup og Jóannes og hinar tólv fyrstu lærusveinarnar.

Í hesum skúla er nógv at læra. Her verður nevnt eitt ávíst, sum skal verða lært: læra at siga nei. Tað er ikki so lætt. Har kann vera nakað, sum týðiliga er gudleyst, spottandi, ímóti Guds greiða boði, at tað fellur natúrligt og lívsneyðugt at siga nei til. Men hvat er verðsligt? Tað hava verið tíðir, tá ið tað var so sjálvsagt, at trúgvandi menniskju hildu seg heima valdagin, fóru ikki á val, tí politikkur var verðsligur. Leita vit aftur í miðøldina, so vóru tað menniskju, ið rýmdu frá tí nógva verðsliga til at liva lívið fyri seg sjálvan; roknaðu hjúnalagið fyri at vera ov verðsligt –  andaligir, nevndu teir seg sjálvar – einki vildu hava við at gera.

LES EISINI  Hvør kennir síni villunnar brek? 

Mundi teir mistaka seg? Á ein hátt, ikki. Einki er at ivast í, at Vilh. Bech kendi seg vera leiddan av Guds anda at vera heima valdagin. Munkarnir, ið livdu ógiftir alt teirra lív, tænti Gudi av sonnum. Ofta mistóku teir seg: teir vildu hava onnur skuldu hava somu hugsan sum tey.

Undir upplæru Guds lærir ein at siga, nei. Men í mongum førum eru vit noydd at skilja, at hetta forboð Guds er galdandi mær. Onnur kunna kanska játta uttan at at tað skal kosta vinalag. “Men Harrin er andin; men har sum andi Harrans er, har er frælsi.” (2 Kor 3,17). “Hvør ert tú, sum dømir ein fremmandan tænara?” (Róm 14,4)?

“Samfelag við Gud vit eiga og hvør annan her í trúgv, inn í felagsskapin leiða, orðið vil og gera brúgv um alt tað, ið skilur sundur, gera okkum øll til eitt. Andin virka kann tað undur og tað okkum gera greitt.” Hms. 211,1

LES EISINI  Andakt til tey gomlu 35

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina