Guds eldur
”Soleiðis er eisini tungan ein lítil limur og ger nógv um seg.
Sí, hvussu lítil neisti kann seta eld á ein stóran skógv! ”
Ják. 3,5
„Er hetta eitt ljós?“ spurdi talarin Egil Svartdahl og setti eitt
hvítt, breitt stearinljós á talarastólin.
Hann kom sjálvur við svarinum, meðan hann tendraði
ljósið: „Nú er tað eitt ljós! Tað er bara stearin og veikur, til vit
festa í tað. Tá verður tað til eitt ljós. Eldurin, sum brennur, er
hin stóri munurin. Ein lítil neisti ella logi ger allan munin. „Sí,
hvussu lítil neisti kann seta eld á ein stóran skóg.“ Ják. 3,5.
Gud er eldsins Gud. Hann opinberar seg gjøgnum eld.
Stundum til dóms, tí Bíblian sigur, at Gud er dómsins Gud, ein
oyðandi eldur, sum eisini kann vera ein brennandi vreiði.
Men eldurin er ikki bara ein mynd upp á dóm. Eldurin er
eisini ein mynd upp á nærveru Guds. Gud opinberaði seg sum
ein skýstólpa um dagin og ein eldstólpa um náttina, tá ið Israels
fólk fóru út úr Egyptalandi, so sum vit lesa tað í 2. Mós. 13,21.
Tá ið Gud sendi Jesus Kristus í heimin, tendraði hann ein
móteld móti øllum vánaligum og oyðandi í hesi verð. Hann
kom fullur av kærleika, góðsku og miskunnsemi. Jesus brendi
av Guds kærleika til øll menniskju. Eldhugi var í rødd hansara
og ein brennandi eldur í hjartanum. Jóhannes doyparin segði:
„Eg doypi tykkum við vatni; men tann kemur, sum er mætari
enn eg (nevniliga Jesus), og eg eri ikki verdur at loysa tveingir
hansara; hann skal doypa tykkum við heilagum anda og eldi.“
Luk. 3,16.
Heilagi Andin kom við eldtungum hin fyrsta hvítusunnudagin.
Men Heilagi Andin er meira enn eldur. Hann umfatar
heilagleika, kraft, lívspístr og endurnýggjan. Hann er
hugtakandi, men eisini ræðandi.
Vit kunnu ikki vera líkasæl um Heilaga Andan. Guds eldur
skal ikki sløkkjast, men vera ein móteldur, sum altíð brennur
í hesi verð. Eg biði um, at tann eldurin, sum er í tær, ongantíð
má slokna. Birt aftur upp at loga tann logan, sum Gud einaferð
tendraði í tær. Mangar eldsálir eru tíverri útbrendar. Av og á
kanst tú fara so vítt, at tú verður útslitin. Tað eru tey, sum áður
vóru gløðandi og brennandi, sum at enda verða útbrend. Tí er
javnvág millum hvíld og arbeiði og millum at taka ímóti og at
geva frá sær av alstórum týdningi.
Vit lesa um Elia profet, at tá ið hann hevði gjørt av við allar
profetarnar hjá Báali (450) og Ásjeru (400) (1. Kong.18,19),
legði hann seg undir ein gývilrunn (19,5). Gud bað Elia fara
út og standa á fjallinum, meðan Harrin fór framvið, men
Gud var ikki í harðveðrinum, heldur ikki í landskjálvtanum
ella eldinum, sum kom aftaná. Eftir eldin kom eitt lítið
blídligt fleyr. Straks Elia hoyrdi tað, fór hann út og tók støðu í
hellismunnanum.
Gud vil møta tær í kvirruni. Hann er kærleikans eldur.
Paulus áminnir okkum: „Verið ikki linir í áhuga tykkara; verið
brennandi í andanum; tænið Harranum.“ Róm. 12,11.
Lat teg ikki ræða. Lat ongan taka longsulin frá tær at liva
sterkt við Gudi. Men kraft, kærleiki og vísdómur gevur tær ta
røttu javnvágina at bera Guds eld,“
endaði Egil Svartdahl.
e.c.